Nýggjastu metingarnar um kapitalvinningsskatt siga, 50 milliónir krónur koma inn í staðin fyri 105 milliónir, sum upprunaliga mett. Tað sæst í løgtingsfíggjarlógini.
Dagførd meting pr. 1. desember er, at inntøkurnar frá kapitalvinningsskatti verða 50 mió. kr. í 2011, sum eru 55 mió. kr. minni, enn mett í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2011.
Kapitalvinningsskattur fatar um avgjald av vinningi við sølu av virðisbrøvum, rentuskatt og vinningsbýtisskatt. Nú er úrslitið fyri 2010 um at vera klárt, og greitt er, tað verður væl lægri, enn upprunaliga mett. Tað eru tað serliga avgjald av vinningi við sølu av virðisbrøvum og vinningsbýtisskatturin, ið verða lægri, enn upprunaliga mett, men eisini rentuskatturin verður
nakað lægri. Roknað verður við somu gongd í 2011, og er metingin fyri 2011 tískil lækkað samsvarandi.










