Tað er nú greitt, at manningarnar á á Lerki og Phoenix fá 720.000 krónur afturat úr trotabúnum eftir Fiskavirking.
Tað sigur Fiskimannafelagið.
Fiskimannafelagið sigur, at felt dóm, har Fiskimannafelagið hevur fingið viðhald í, at sáttmálin er galdandi, hóast reiðarin hevur fingið manningina at skriva undir, at hon góðtekur eina lægri hýru enn sáttmálin ásetur.
Dómurin vísir, at tað lønar seg hjá fakfeløgum at stríðast fyri rættindunum hjá limunum, sigur Fiskimannafelagið.
- Eisini vísir dómurin, at sáttmálin skal haldast, leggur Fiskimannafelagið afturat.
Felagið sigur, at hetta fer eisini at koma teimum aftur um brekku, sum ikki hildu lógina um makrel fiskiskap 2011.
- Hetta málið, sum dómur nú er fallin um, var um makrelfiskiskapin 2010, so tað er leingið at bíða hjá monnum, heldur felagið.