Ikki var hann altíð so mjúkur at strúka! Tað mátti eg sanna, tá eg fyri stívliga 45 árum síðan eitt skiftið kom at búgva Yviri við Strond, har Eyvindur hevði sín verkstað.
Hvørki var hann smæðin ella lítillátin; heldur orðførur kundi hann eisini vera. Men sum fráleið komu vit báðir at kennast alt betur, og hóast orðaval hansara var ikki altíð í samljóði við mítt, so kundu vit báðir hugna okkum saman ta minnisríku og sera hugnaligu tíð Yviri við Strond á vár og sumri 1960.
At har var gott at vera, bar vinalag okkara, ið staðið hevur verið við øll hesi mongu árini, boð um. Ikki altíð á einum máli ? hvør skuldi kunnað hugsað sær tað við einum manni sum Eyvindi Mohr?
Keðiligur var hann ongantíð; troyttandi við hvørt. Helst tí at eg dugdi ikki rættiliga at skilja tað, ið baldist innan í honum. Á ungum aldri fekk hann ta herviligu bróstsjúkuna sum gjørdi av við elsta bróður hansara, Hendrik. Tað mátti sjálvandi merkja hann, hóast hann ikki tíðum bar tað upp á mál.
Umframt at vera ein sera dugnaligur handverkari, var hann listamaður burturav og vígdi eisini listini allan seinnapartin av lívi sínum. Tað sást ikki bara á løriftinum, men so sanniliga eisini, tá hann var í tí góða lagnum og segði frá skemtiligum søgum og tilburðum bæði við røddini og verumátanum hjá teimum, søgan var um. Tá stóð mangan á búkvøddunum av látri.
Bókmentir og tónleikur høvdu hansara stóra áhuga. Tvey nøvn í bókmenta- og tónlistaheiminum gingu altíð aftur ? Dostojevskij og Beethoven, ið hann ongantíð troytkaðist av. At mær dámdi eins væl at hoyra Bach og Mozart, kundi elva til kjak okkara millum. Lítið skuldi til at fáa hann uppfrá.
Hvussu sterkur áhugi hansara fyri tónlistini var, vísti tann orka, hann legði í at fáa tónlistafólk á hægsta stigi higar til lands. Alberto Lysi-konsertirnar, ið Eyvindur fekk í lag, verða seint gloymdar.
Hugskot hansara eins og handalagið, sæst skilliga á tí, hann avrikaði bæði innan- og uttanhalla á Lüzsenstrøð. ? Eitt heim einum listamanni verdugt.
Hvussu nornurnar annars spinna og tvinna saman, vita vit so lítið um. Tíðin Yviri við Strond fekk ein enda og hvør fór til sítt, og vit hittust ikki so ofta. Mong ár seinni rann kortiliga aftur saman okkara millum, tá yngra dóttir hansara og Ninu og sonur okkara løgdu ástir saman, fingu børn, giftust og hildu brúðleyp. Høviskur og hábærsligur reisti hann seg upp til brúðleypsborðið, hóast heilsan rættiliga var farin at bila, og bar fram sína inniligu kvøðu til nývígda brúðarparið. ? Nú gingu so evnini undan fáar mánaðir fyri sín 79 ára føðingardag. Sterkur og seigur var hann.
Góða Nina! Tú sum hevði so stóran týdning fyir hann. Tómligt fer at kennast tær nú hann er farin; somuleiðis tykkum báðum, Turid, Gullu og børnum tykkara, ið vóru so góð við hann og hann við tykkum. Minnini eiga tit.
Ein sermerkt og markant persónmenska er farin. Hvíl í friði.
Ívar









