Eysturríki: Stórar bøtur fyri at sýta fyri koppseting

Fólk í Eysturríki, sum ikki vilja lata seg koppseta, kunnu sambært tíðindastovuni DPA vænta sær eina bót, sum liggur ímillum 4.500 og 26.600 krónur.

Tað verður nú eitt krav í Eysturríki at lata seg koppseta móti koronu, og sambært einum lógaruppskoti, sum stjórnin í landinum hevur lagt fram, verður kravið galdandi frá fyrst í næsta mánaði.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at uppskotið væntandi verður samtykt í eysturríkska tjóðartinginum hósdagin í komandi viku. 

 

Kravið um koppseting verður galdandi fyri øll, sum eru fylt 18 ár. Upprunaliga ynskti eysturríkska stjórnin, at kravið skuldi verða galdandi fyri øll, sum vóru fylt 14 ár.

 

Frá miðskeiðis í mars fara myndugleikarnir í holt við tilvildarligar eftirlitskanningar, eitt nú í ferðsluni, upplýsir heilsumálaráðharrin í Eysturríki, Wolfgang Mückstein í dag.

 

Fólk, sum sýta fyri at lata seg koppseta, kunnu sambært tíðindastovuni DPA vænta sær eina bót, sum liggur ímillum 4.500 og 26.600 krónur.

 

Undantak verður loyvt kvinnum, sum eru við barn og øðrum, sum ikki kunnu koppsetast av heilsuávum.

 

- Øll, sum gerast frísk eftir at hava havt koronu, kunnu bíða í 180 dagar, áðrenn teimum nýtist at lata seg koppseta, vita útlendsku tíðindastovurnar at siga í dag.