Eysturríkska fótbóltslandsliðið hevur ikki tað stóra at spæla fyri, tá teir møta Føroyum á Tórsvølli týskvøldið.
Eysturríki tapti í kvøld 1-2 ímóti Svøríki á Friends Arena í Stockholm, og eru nú fimm stig aftanfyri Svøríki. Samstundis tryggjaði Týskland sær fyrsta plássið, og harvið eitt pláss í HM-endaspælinum í Brasil við einum 2-0 heimasigri á Týsklandi.
Martin Harnik sendi annars Eysturríki á sigurskós, tá ein hálvur tími var farin av dystinum, men í seinna hálvleiki vendi Svøríki dystinum. Martin Olsson javnaði, tá 56 minuttir vóru farnir, og ímóti dystarenda tryggjaði Føroya-vinurin, Zlatan Ibrahimovic Svøríki øll stigini. Svøríki tryggjaði sær sostatt annað plássið í bólkinum, og skal spæla tveir play off dystir í november.
Týskland hevur 25 stig, Svøríki hevur 20 stig, Eysturríki hevur 14 stig, og Írland hevur 14 stig. Kasakstan hevur fimm stig, og Føroyar hava eitt stig.
350 eysturríkskir áskoðarar hava annars bílagt eina ferð til Føroya, og eysturríkskir miðlar eru uttan iva altráðir eftir, at Eysturríki yvirvinnur kompleksið teir hava havt ímóti Føroyum á útivølli. Óannsæð, so fær føroyska landsliðið nóg mikið at síggja til týskvøldið, men eysturríkarar hava so mist møguleikan at vinna seg í HM-endaspælið.










