Tó at talan var um venjingardyst, so var Eysturríki ávegis eini hampuliga stórari sensatión, eftir at Emanuel Pogatetz og Marc Janko skutu hvør sítt mál undan steðginum.
Italia varð skelkað, men teir komu aftur í dystin, tá Gilardino mest sum beint eftir steðgin minkaði um munin. Og tá Ramazan Özcan seinni var somikið óheppin at gera sjálvmál, sluppu Italiumenn undan tí heilt stóru skommini. Men nakað nøktandi úrslit varð talan avgjørt ikki um hjá Marcello Lippi, sum nú aftur er italskur venjari. Lippi gjørdist tjóðarhetja, tá hann fyri tveimum árum síðani var venjari hjá liðnum, sum vann HM-endaspælið í Týsklandi.