Eysturoyingar vilja hava arbeiðsfólk betri tryggjað

Arbeiðarafeløgini í Eysturoynni vilja hava tryggingarviðurskiftini hjá arbeiðsfólki viðgjørd á aðalfundi hjá Føroya Arbeiðarafelag

Trygging

?Tá ið arbeiðsfólk koma til skaða, er tað altíð ógvuliga trupult at fáa nakað frá tryggingini.
Men tað vilja arbeiðarafeløgini í Eysturoynni nú hava skil á
Karla Einarsson, formaður í Arbeiðarafelagnum Hæddini sigur, at arbeiðarafeløgini í Eysturoynni eru so ónøgd við tryggingarviðurskiftini hjá arbeiðsfólki, at tey ætla at reisa málið á aðalfundi hjá Føroya Arbeiðarafelag, sum verður 15.ø og 15. mars.
Uppundiur hvønn aðalfund í Føroya Arbeiðarafelag, plaga øll arbeiðarafeløgini í Eysturoynni hava felags fund at tosa um viðurskiftini og fyri at vita, um tað eru mál, sum tey kunnu leggja fyri fundin í felag.
Í hesum sambandi var fundur í Gøtu mikukvøldið og har vóru tryggingarviðurskiftini høvuðsmálið.
Tey siga, at hvørja ferð, onkur meiðslar seg, er tryggingin so trupul at koma í holt við, at tað er ótolandi.
?Tað vísir seg, at hvørja ferð, tað er brúk fyri tryggingini, fæst onku burturúr henni, tí hvørja ferð er tað okkurt, ið ikki er, sum tað skal og sum ger, at tann, sum kemur til skaða, dettur niður ímillum.
? Tað vísir seg, at tryggingin alla tíðina klárar at venda málið ímóti tí, sum kemur til skaða, og at tað er hann sjálvur, sum hevur skyldina av óhappinum. Altíð eru tað lógfrøingar, sum koma upp í málið og teirra niðurstøða er altíð til frama fyri tryggingina, soleiðis tykist tað í øllum førum, sigur formaðurin í Hæddini.
? Viðhvørt eru tað eitt orð, ella ein setningur í eini langari frágreiðing, sum tryggingin hongir seg í og tað tykist sum um at fremsta endamál hennara er at royna at sleppa undan at gjalda trygging.
Karla Einarsson sigur, at hetta er eitt mál, sum arbeiðarafeløgini í Eysturoy eru samd um at leggja fyri aðalfundin í FA.
Enn hava tey onki boð uppá, hvat kann gerast.
? Vit kunnu kanska ikki ávirka tryggingina, men vit vilja í øllum førum haav spurningin til umrøðu á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag fyri at vita, um FA kann arbeiða við málinum, onkusvegna.

Stóran inntøkumiss
Annars umrøddi fundurin eisini viðurskiftini hjá teimum, sum reinsa tunlarnar hjá Landsverkfrøðinginum.
? So vitt,vit hava fingið upplúst, standast nógvir skaðar av hesum arbeiði, kroystir fingrar, hendur, skaða í ryggir o.s.fr..
? Men tá er arbeiðsgevarin bara skyldugur at endurrinda arbeiðsmanninum 80% í endurgjaldi av eini vanligari dagløn.
Hetta halda feløgini í Eysturoy kann ikki góðtakast, tí hetta er arbeiði, sum fer fram um næturnar, tá ið arbeiðsfólk fáa yvirtíð.
Feløgini í Eysturoy halda avgjørt, at arbeiðarin eigur at fáa endurgjald eftir tí veruligi tímaløni, tvs. við yvirtíð og viðbótum og ikki bara eftir eini vanligari dagløn, su mteir fáa nú.