Eysturoyingar fáa onga skjóttgangandi ferju enn

Teir høgu oljuprísirnir hava gjørt, at Strandferðslan fyribils hevur lagt ætlanina á hyllina at leiga eina tvíkilju til skálafjarðarsiglingina

Tað verður ikki enn, at eysturoyingar sleppa at sigla til Havnar við eini skjóttgangandi ferju. Strandferðslan hevur leingi ætlað at leiga eina tvíkilju, ella eina aðra, skjóttgangandi ferju, til Skálafjarðarsiglingina.

Ætlanin var at leita eina skjóttgangandi ferju í eina tíð, fyri at vita, hvussu tað riggaði inn á Skálafjørðin og møguliga at knýta aðrar ruturupp í eisini.

Men fíggjarligu karmarnir hjá Strandferðsluni eru so trongir, at enn hevur tað ikki borið til.

Ikki minst hava tær stóru príshækkingarnar á olju gjørt lívið súrt hjá strandferðslustjóranum.

Oljuprísurin er meiri enn tvífaldaður seinasta árið og tað hevur gjørt, at Strandferðslan hevur verið noydd at leggja ætlanina um eina skjóttgandandi ferju inn á Skálafjørðin á hyllina.

Herfyri fekk Strandferðslan eina eykajáttan frá løgtinginum, sum m.a. annað skuldi byrgja upp fyri príshækkingunum á olju.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, segði tá, at tá ið eykajáttanin var komin, var ætlanin at taka málið um eina skjóttgangandi ferju inn á Skálafjørðin uppaftur.

Men nú sigur hann, at Strandferðslan hevur framvegis so nógvar eykaútreiðslur av oljuni, at tað verður ikki fyribils, at fíggjarlig orka verður til at útvega eina skjóttgangandi ferju til Skálafjørðin.

Hann vísir á, at Strandferðslan hevur at kalla onki frælsi til at stúra fíggjarligu gongdini.

- Aðrastaðni ber tað til hjá teimum, sum røkja ferðsamband, at hækka ferðaseðlaprísir og at lækka túratal fyri at útvega eyka inntøkur Men tann møguleikan hevur løgtingið tikið frá Strandferðsluni.

Hann sigur kortini at spurningurin um eina skjóttgangandi ferju er ikki sleptur enn og hann verður møguliga tikin uppaftur næsta ár.

Annars er ongin sigling inn á Skálafjørðin í løtuni. Gamla. Ternan er á sleipistøði í Vági og hon verður ikki tøk aftur, fyrrenn um mánaðarskiftið. Inntil tá, er tað Snarbussurin, sum røkir ferðasambandið inn á Skálafjørðin.