Eysturoyar Tjóðveldisfelag
-----
Ársaðalfundur varð hildin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag í kvøld. Væl av fólki var møtt til fundar í skúlanum í Funningi, og farið varð fram soleiðis, sum viðtøkurnar áseta, at dagsskráin skal vera.
Formaðurin, Jóanes Johannesen, úr Funningi, greiddi frá gongdini í 2009 og nevndi ímillum mangt annað, at felagið hevði skipað fyri stórum fólkafundi við minnisvarðan í Norðragøtu í juli mánaða, og at stórt 14. septemberhald varð hildið í Løkshøll í Runavík, har Høgni Hoydal og Magni Laksáfoss kjakaðu um ríkisrættarligu støðuna.
Roknskapurin varð góðkendur, og vísti, at felagið er rímiliga væl fyri fíggjarliga. Limatalið er støðugt vaksandi, og ársgjaldið verður tað sama sum higartil, 150 kr. fyri hvønn limin.
Á formansvalinum heitti fundurin á Jóanes um at halda fram í enn eitt skeið, hesi umbøn játtaði hann, og uttan mótvalevni varð Jóanes Johannesen úr Funningi harvið afturvaldur til formann felagsins næsta árið. Síðan varð nevndin mannað annars, og í hana komu: Jónsvein Bjartason, næstformaður, Strendur, Tórbjørn Jacobsen, ritari, Glyvrar, Herbert Olsen, peningarøkil, Rituvík, Olaf í Garði Joensen, Eiði, Hallur Ellingsgaard, Oyndarfjørður og Petur í Túni, Toftir. Eykalimir eru Magni Joensen, Fuglafjørður og Tollakkur Joensen, Norðragøtu.
Jóanes umboðar felagið í aðalstjórn floksins og Jónsvein Bjartason er varamaður hansara.
Fríðfinnur Jónsson varð valdur grannskoðari og varamaður hansara er Jógvan Næs.
Delegeraði til floksting floksins, sum verður hildið í Vestmanna annað vikuskiftið, eru: Jóanes Johannesen, Funningur, Olaf í Garði Joensen, Eiði, Dia Ellindson, Runavík, Diana Borgnýardóttir, Syðrugøta og Beinta Olsen, Rituvík. Varalimir eru Herbert Olsen og Fríðfinnur Jónsson.
Eftir tað var lívligt orðaskifti um politisku støðuna og um leiklut floksins nú og frameftir. Við fundarlok var tjóðsangurin sungin.
Tórbjørn Jacobsen/ritari










