VERKÆTLANIR
Í løtuni verður barnaskúlin við Gøtugjógv útbygdur, samstundis sum gamli parturin av skúlanum verður umbygdur og settur í stand.
Nýggi parturin snýr seg í fyrsta lagi um tvær stórar skúlastovur, sum við flytiveggi kunnu gerast til fýra stovur.
Tá skúlin við Gøtugjógv stendur liðugt út-og umbygdur til skúlaársbyrjan seinni í august, hevur skúlin eisini mobila teldustovu, ljóðanlegg til tónleikastovur og nýggja seymistovu.
Tað er Sp/f Oscar Poulsen, sum hevur gjørt jørð-og lendisarbeiði og byggifyritøkan Smíðlist, sum ger timbur- og snikkaraarbeiði.
Aðrir størri arbeiðstakarar, sum eru við í hesi verkætlan, eru eitt nú El-Teknik, sum ger el-arbeiði og RenoVent, sum ger HVS-arbeiði.
Í skúlanum við Gøtugjógv ganga næmingar í 4.flokki til og við 7. flokk, meðan næmingar, sum ganga í 1. flokki og til og við 3. flokk, ganga í Leirvíkar skúla.
”Skúlaspírin”
Í Leirvíkar skúla byrjar eisini forskúli eftir summarfrítíðina sum tilboð til børn í allari Eysturkommunu. Hesin skúli, sum hevur fingið navnið ”Skúlaspírin”, hýsir børnum, sum byrja í fyrsta flokki árið eftir.
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sigur, at tilsamans 27 børn eru teknaði til forskúlan í Leirvík.
- Næmingarnir koma í forskúla klokkan 8 á morgni og verða í skúlanum til klokkan 11.30. Tveir námsfrøðingar og tveir lærarar verða knýttir at ”Skúlaspíranum”, sigur hann.
Nógvur aktivitetur
Borgarstjórin sigur, at nú barnaskúlin við Gøtugjógv skal verða liðugur til skúlaársbyrjan í heyst, er rættiliga nógvur aktivitetur í samband við hesa verkætlan.
- Tað er lutfalsliga stutt síðan, at Smíðlist fór í gongd við sín part av verkætlanini, og upp á stutta tíð skal øll nýbygging og umbygging standa liðug, sigur hann.
Jóhan Christiansen sigur, at íløgan við Gøtugjógv er partur av einum skúlapakka, sum Eysturkommuna hevur samtykt at fremja.
- Hesin pakki snýr seg um íløgur í skúlan við Gøtugjógv og Leirvík upp á tilsamans 22 miljónir krónur.
Kristiligt býti
Borgarstjórin væntar, at umleið helmingurin av hesi játtan verður lagdur við Gøtugjógv – og hin helmingurin í Leirvík.
- Skúlin í Leirvík skal standa liðugt útbygdur til skúlaársbyrjan næsta ár, og her verður serligur dentur lagdur á umstøðurnar hjá forskúlanum, sum nú er settur á kjøl í kommununi, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.