Eysturkommuna gevur starvsfólki frí

Skrivstovan verður stongd, og starvsfólk á dagstovnum fáa frí í tann mun, tað er gjørligt.

Í samband við sólarmyrkingina fríggjadagin 20. mars gevur Eysturkommuna øllum sínum starvsfólkum, har tað er møguligt, frí til at njóta henda serstaka dag. 

 

Hetta merkir, sigur kommunan, at kommunuskrivstovan verður stongd, og harumframt fáa starvsfólk á dagstovnum frí í tann mun, tað er gjørligt.

 

- Foreldur hava fingið áheitan um at siga frá á stovninum, um tey ynskja at hava síni børn heima henda dagin.

 

Soleiðis kann kommunan eisini finna út av, í hvønn mun tørvur verður á at skipa fyri barnaansing henda serstaka dag.

 

- Felagsskapir og onnur, sum hava hug at skipa fyri onkrum, eru vælkomin at senda kommununi eina fráboðan. So, vilja vit fegin lýsa við tí á okkara heimasíðu og facebook-síðu.

 

Eysturkommuna leggur aftrat, at møguleiki er eisini at søkja um hjálp frá kommununi, soleiðis at kommunan eitt nú kann veita hølir til hugsandi tiltøk