Góðu eystanstevnugestir!
Enn einaferð bjóða vit til eystanstevnu og øll tit, sum ætla tykkum á stevnu, skulu verða hjartaliga vælkomin á Skálafjørðin.
Nógv vatn er runnið í ánna síðani fyrstu eystanstevnuna og sigast má, at nógv er broytt síðani tá. Røddir hava verið frammi um, at tíðin er farin frá summarstevnunum, men týdningurin av eystanstevnuni er stórur enn, og eystanstevnan er vorðin ein av teimum stóru og góðu summarstevnunum.
Á eystanstevnu er nógv á skránni. Skráin, sum bæði er fjølbroytt og spennandi, fevnir um eina heila viku. Fyrireikararnir hava lagt seg eftir at skipa so fyri, at øll skulu hava okkurt at fara til.
Ítrótturin hevur altíð átt stórt rúm á eystanstevnu, og soleiðis verður eisini í ár. Tó er ikki bara ítróttur á skránni, men eisini kvøldseta, framsýningar, konsert, kabarett, karneval, dansur, bátatreff, tivoli, sangframførslur og mangt annað.
Ítróttarfeløg, áhugafeløg, kommunan og onnur hava gjørt sítt besta fyri at fáa karmarnar um eystanstevnuna so góðar sum tilber.
Nú er bert at vóna, at veðrið verður gott, og at nógv fólk kemur á stevnu, soleiðis at eystanstevnan 2009 gerst ein stevna, sum vit minnast aftur á við gleði.
Eg fari vegna Runavíkar býráð at ynskja tykkum øllum hjartaliga vælkomnum á eystanstevnu 2009.
Magnus Rasmussen
borgarstjóri










