Kórvenjingar hjá Eystanljóði byrjaðu aftur í týskvøldið, 12. januar, í húsunum hjá Gøtu Arbeiðararfelag, Gøtuvegur 12.
- Á skránni í vár verða ymiskar smærri framførslur, umframt eitt mentanartiltak í bygdarhúsinum í Leirvík í apríl mánaði. Kórið luttekur eisini á kórfestivalinum, sum í ár verður í Norðurlandahúsinum 22. apríl.
Tað veit heimasíðan hjá Eysturkommunu at siga.
Tað er Leif Hansen, sum er kórleiðari, og fyriskipararnir boða frá, at um fólk hava hug at verða við í kórinum, kunnu tey møta upp til venjingar týskvøld klokkan 19.30.
Eystanljóð er blandað kór, sum syngur bæði verðsligan og kirkjuligan kórsang. Kórið varð stovnað í 1986 og kallaðist tá Felagskórið Gøta/Leirvík.
- Við í kórinum hava hvørt ár verið umleið 20-35 kórsangarar, flestu úr Gøtu og Leirvík, men eisini úr Klaksvík og ymiskum øðrum bygdum í Eysturoy, veit heimasíðan at siga.











