Løgtingið fer aftur til arbeiðis í dag, tá 1. viðgerð av uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2015 er á skránni.
Talan verður um sveinaroynd hjá CEF-samgonguni, tí hetta er fyrsta fíggjarlógaruppskot, ið samgongan hevur lagt fram og vil kennast við. Sostatt er hetta fyrsta veruliga ábendingin um, hvønn politikk samgongan fer at føra framyvir.
Uppskotið hevur longa vakt ans, og serliga hevur nógv verið kjakast um, at peningurin ætlaður nýggju Nólsoyarferjuni, nú verður strikaður, umframt at nýggja samgongan hevur valt at strika stuðulin til privatar miðlar.
Hinvegin er peningur játtaður til Viðareiðistunnilin, soleiðis at arbeiðið kann halda fram, og til nýggj parkeringspláss til Norðurlandahúsið.
Tað er heldur ikki ósannlíkt, at kjakið eisini fer at snúgva seg um eitt mál, ið ikki stendur í lógini, nevniliga hjálpin til fíggjarliga sperdar barnafamiljur. Síðani Sosialurin gjørdi vart við málið í síðstu viku, hevur nógv verið kjakast um, at hóast hendan samgongan lovaði áðrenn valið, at málið hevði skund, so tykist lítið at henda við málinum nú.
Tá løgtingsfólk eru liðug at viðgera eykajáttanarløgtingslógina, verður eisini fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá Nýtt Sjálvstýri um MVG-frítøka av grønum hitaskipanum.