Tað er brunanevndin, sum varðar av sløkkiliðnum, og í fyrstu atløgu var málið um bilarnar, sum ikki startaðu næstseinasta sunnukvøld, fyri á fundi í nevndini mánadagin.
Steinbjørn Jacobsen, formaður í brunanevndini, sigur, at á fundinum varð bert kunnað um málið, tí mett varð ikki, at nóg nógvir upplýsingar vóru, til at málið kundi viðgerast gjølla. Formaðurin hevur tí biðið um frágreiðingar frá øllum pørtum í málinum og fer nú at kalla inn til eyka fund í brunanevndini seinni í vikuni.
Ymsar frágreiðingar
Ein av teimum, sum formaðurin hevur biðið um frágreiðing frá, er varasløkkiliðsleiðarin. Í grein í blaðnum í farnu viku kom fram, at frágreiðingarnar hjá sløkkiliðsleiðaranum og varaleiðaranum um tilburðin næstseinasta sunnukvøld eru sera ymiskar. Sambært sløkkiliðsleiðaranum var tað bert tann eini manningarbilurin, sum sjáldan verður brúktur, ið ikki startaði. Leiðarin vísti samstundis á, at eftirlitið við bilunum hjá Klaksvíkar sløkkiliði er sera gott.
Men sambært varaleiðaranum vóru tað bæði manningarbilurin og ein av stóru sløkkiliðsbilunum, sum ikki startaðu. Hetta váttaði ein annar av sløkkiliðsmonnunum eisini. Varaleiðarin vísti eisini á, at froskmenn vanliga brúka manningarbilin, og legði afturat, at onki skipað eftirlit er við bilum og útgerð hjá Klaksvíkar sløkkiliði.
Blaðið hevur nú biðið um innlit í frágreiðingina, sum sløkkiliðsleiðarin hevur givið brunanevndini um tilburðin næstseinasta sunnukvøld.