Fótbóltssambandið hevur nú ásett dagin, har føroysku fótbóltsreglurnar verða endaliga ajourførdar.
Tað hevur í longri tíð verið greitt, at neyðugar dagføringar skulu fremjast, soleiðis at føroyska regluverkið er í samsvar við tað hjá FIFA og UEFA.
Ætlandi skuldi uppskotið um lógarbroytingarnar leggjast fyri aðalfundin, men talan er um tíðarkrevjandi arbeiði, og tí varð boðað frá, at eykaaðalfundur ístaðin skuldi haldast um hetta.
Tann fundurin er altso ásettur at verða 6. mai, og so fæst at vita, hvørt føroysku feløgini velja at taka undir við alttjóða krøvunum.
Hartil skal eykaaðalfundurin eisini taka støðu til, hvussu stigatalvan skal gerast upp, tá lið standa jøvn í stigum. Eitt uppskot frá kappingarnevndini um evnið varð lagt fyri aðalfundin í februar, men eftir drúgt kjak varð tá avrátt, at málið varð útsett, nú eykaaðalfundur kortini skuldi haldast.