Eftir at Jákup Suni Lauritsen, formaður í stýrinum fyri SEV, hevði bjóðað vælkomin, varð orðstýrari valdur. Tað gjørdist Jógvan Ellefsen.
Áðrenn fundurin rættiliga byrjaði, varð sangurin, »Ljós yvir landið«, sungin.
Allar 30 limakommunurnar eru møttar og harvið allar 65 atkvøðurnar.
Í sambandi við val av nýggjari nevnd, hevði Heðin Mortensen nakrar viðmerkingar um valið. Hann róði upp undir, at stýrið fyri SEV gjørdist meira professionelt, enn tað er í løtuni.
Hann boðaði frá, at Tórshavnar kommuna kemur við einum broytingaruppskoti til val av nevnd, so hon gerst meira professionel.
Hann kom eisini inn á avskrivingarreglurnar hjá felagsskapinum, og hann mælti tí til at seta ein bólk niður at greina hetta.
- Eg eri sera ónøgdur við, at eitt svar ikki kemur. Eg havi nú bíðað í fimm mánaðir eftir einum svari, og tað er ikki komið enn, segði Heðin Mortensen.
Fyrst á skránni er val av nevnd.










