Eykaaðalfundur leygardagin

Sjálvstýrisflokkurin fer at hava eykaðalfund í Klaskvík leygardagin. Tá verður formansvalið endaliga avgreitt

 

Politikkur


Landsnevndin hjá Sjálvstýrisflokkinum samtykti á fundi týskvøldið, at eykaðalkfundur verður hildin í Klaksvík komandi leygardag.

Á tí fundinum verður Sámal Petur í Grund formliga valdur til formann, sigur landsnevndarformaðurin, Edvard Hermansen.

Edvard Hermansen fer sjálvur at leggja fram sína formansfrágreiðing til aðalfundin, sum ikki varð hildin seinasta leygardag, tá regluligi aðalfundurin ikki varð av nørkum vegna ov lítla undirtøku.

Hvat hann fer at siga í frágreiðingini, vil Edvard Hermansen ikki avdúka, uttan tað, at hann fer at leggja eina formansfrágreiðing fram, sum er merkt av hansra egnu støðu til floksmálið.

Um metingarnar, sum Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur hevur havt í pressuni um framtíðarstøðu Sjálvstýrisfloksins, sigur landsnevndarformaðurin, at hann metir tær í so svartskygdar.

At fólkatingsvalið fer at verða vánaligt, væntar hann, men hann metir, at tað fer at bera til at koma aftur í aftur áðrenn løgtingsvalið, sigur Edvard Hermansen.