Eyka Dagur & Vika av Tvøroyri í kvøld

Dagur & Vika hevur eyka sending klokkan 19 í kvøld um spentu støðuna, sum er íkomin, nú útbyggingin á havnarlagnum fyribils er steðgað.

Hesum boðar Kringvarpið frá nú seinnapartin. Dagur&Vika fer í luftina klokkan 19, har evnið er orrustan á Tvøroyri, nú myndugleikarnir hava steðgað ætlanunum hjá Tvøroyrar Býráð at útfylla bátahylin, so Varðin Pelagic kann útbyggja frystigoymsluna.

Sigrun Brend hevur skattað dýpið í býnum, har bylgjurnar ganga høgt. Hon hevur gjørt reportasjur og ger støðulýsing.

Samrøður vera við Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelagic, og Kára Thomsen; grannanum, sum kærdi ætlaðu útbyggingina og nú hevur fingið viðhald.

– Ætlanin er at fáa Kristin Michelsen, borgarstjóra, sum er flogin heim í úrtíð úr Íslandi, í sjónvarpsstovuna, sigur Finnur Koba frá Degi&Viku.