Eygleiðari var umborð á Flemish Kap

- Men, endamálið við eygleiðarum er ikki at røkja áhugamál hjá eitt nú Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur Vørn.

Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum seint í dag váttar stovnurin Vørn, sum eisini fevnir um Fiskiveiðieftirlitið, at eygleiðari var umborð á skipum, sum royndu á Flemish Kap.

 

Men, stovnurin undirstrikar í sama viðfangi, at endamálið hjá eygleiðarum er ikki at røkja áhugamál hjá eitt nú Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Vørn vísir í svari upp á fyrispurning á, at eygleiðarar verða settir við heimild í § 36, stk. 1, í lóg um vinnuligan fiskiskap og hava sostatt til uppgávu at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá viðurskiftum umborð sum hava týdning fyri skipanina av fiskiskapinum sambært lóg um vinnuligan fiskiskap og kunngerðum við heimild í hesi lóggávu.

 

- Harumframt er eisini avtala við Havstovuna, sum í ávísum førum letur eygleiðarar frá Fiskiveiðieftirlitinum taka stakroyndir og savna inn dáta av ymiskum slag.

 

Vørn sigur í stuttum skrivi til Norðlýsið, at endamálið við eygleiðarum er ikki at røkja áhugamál hjá eitt nú Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ella áhugamál, sum hava tilknýti til matvørulóggávuna á hesum øki.

 

Viðhefta mynd er av stjóranum á Vørn, Elmari Højgaard.