Eyðvør skoraði fyri sættu ferð

Aftur í dag skoraði Eyðvør Klakstein fyri spanska felag sítt

Í dag spældi CD Marino, har Eyðvør Klakstein er ein av spælarunum, á útivølli í næstbestu sponsku deildini. Dysturin var í Burgos, har Nuestra Senora tók ímóti.

Tá ið tær fóru at hvíla seg, hevði CD Nuestra Senora lagt seg fram um 2-0 eftir tvær deyðbóltsstøður.

Í seinna hálvleiki legði CD Marino nógv fyri í royndini at vinna mistu málini innaftur, og miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði Eyðvør Klakstein um munin, tá ið hon vann bóltin frá verjuspælara og sendi fram við málmanninum, sum hon gjørdist einsamøll við.

Hóast trýst og fleiri royndir móti málinum eydnaðist ikki CD Marino at javna, og tær máttu tí viðurkenna ósigurin.

Nú 16 umfør eru spæld í næstbestu sponsku deildini, liggur CD Marino nummar 9 av 14 liðum. Eyðvør Klakstein, sum spældi allar 90 minuttirnar í dag, hevur nú skotið seks mál fyri CD Marino.