Eyðvør í starv hjá Visit Runavík

Seinastu tíðina hevur Eyðvør Rúnadóttir á Dunga arbeitt hjá Visit Tórshavn.

Eyðvør Rúnadóttir á Dunga er sett í starv hjá Visit Runavík.

 

Hon hevur kandidatútbúgving innan burðardygga ferðavinnumenning umframt BA í samskifti og mentan. 

 

Eyðvør hevur royndir innan kunningarstovuarbeiði, ferðavinnumenning, framleiðslu, verkætlanarsamskipan og marknaðarføring á talgildum miðlum.

 

Seinastu tíðina hevur hon arbeitt hjá Visit Tórshavn.

 

Hjá Visit Runavík siga tey, at Eyðvør Rúnadóttir á Dunga byrjar í starvinum hin 1. apríl 2023. Toymið ynskir henni vælkomnari í starvið og blíðan byr.

 

34 umsóknir vóru til starvið í Runavík.