Eyðun skjýtur við skørpum

KÍ venjarin sendir ábyrgdarpersónum og kritikarum heilsu, nú tað eydnaðist at vinna á toppliðnum

Tað var ógvuliga sjónskt, at bæði KÍ spælararnir og ikki minst venjarin Eyðun Klakstein vóru ógvuliga lættir og fegnir, tá ið Petur Reinert hevði bríkslað fyri síðstu ferð í Gundadali, og máltalvan vísti 1-0 til KÍ.

Fyrsti sigurin á útivølli síðani í fyrsta umfari, tá ið KÍ vann 3-1 í Fuglafirði, og fyrsti sigurin yvirhøvur síðani 22. juni, tá ið KÍ vann 3-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, varð nýttur at senda kritikarum í KÍ leguni og ábyrgdarpersónum í felagnum eina heilsu.

Í sosialu miðlunum hevur tað nógvu tær seinastu vikurnar ikki trotið við vónbrotum oman á vónbrot um, hvussu ússaligt besta KÍ liðið er. Og fyri viku síðani visti Norðlýsið at siga, at felagið er í samráðingum við Mikkjal Thomassen um at taka sær av KÍ liðnum næsta kappingarár.

-Tað er ikki farið aftur við borðinum hjá okkum, sum mest sum hvørt kvøld stríðast á vøllinum og spæla í vikuskiftunum og eisini síðsta mikukvøld. Hóast onnur tykjast hava givið skarvin yvir og siga seg vera farin at hugsa um næsta kappingarár, so eru vit á liðnum fokuseraðir. Vit ætla at stríðast fyri at vinna hvønn einasta dyst, sum er eftir at hesum kappingarárinum. Mikukvøldið endaði tað 1-1 í Gøtu ímóti Víkingi, sum er eitt tað besta liðið, og í dag vunnu vit á útivølli ímóti toppliðnum. Spælararnir hava víst framúr hugburð, og eg kann ikki rósa teimum nóg mikið fyri taktisku avrikini. Vit halda okkum kenna okkara styrkir og veikleikar, og vit royna at gera okkum dælt av veikleikunum hjá mótstøðumonnunum, og tað er ein fantastisk kensla, at tað hesar báðar seinastu ferðirnar er eydnast so væl, sigur Eyðun Klakstein, og hann heldur fram:

-Á ólavsøku var okkara avrik í Gundadali ímóti B36 fínt. At vit kortini taptu 2-1 komst av, at liðið hjá okkum fyrstu løtuna eftir steðgin datt sundur. Tað bar góðar fyritreytir hjá fínu individualistunum hjá B36 við sær, og eftir tveimum minuttum vóru teir frammanfyri 2-0. Vit svaraðu aftur, tá ið vit minkaðu um munin, men tá taptu vit. Mistøkini kostaðu. Í dag vóru vit fokuseraðir og konsentreraðir alla tíðina. Tað bar við sær, at vit hildu tætt, hóast góða B36 liðið spældi seg til spentar støður og góðar møguleikar, og tíbetur skoraðu vit í hornasparksstøðu, hóast spælararnir ikki gjørdu tað, sum vit høvdu avrátt. Soleiðis er fótbóltur, sigur fegni KÍ venjarin.