Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur nú sett Eydnu Joan Danielsen í starvið sum skúlastjóri í Hvalba.
Tað boðar Mentamálaráðið frá beint nú.
Eydna Joan Danielsen er 54 ára gomul. Hon er úr Hovi og tók læraraprógv í 1987. Harumframt hevur hon tikið ymisk viðkomandi skeið. Síðan november í fjør hevur hon verið virkandi skúlastjóri í Hvalbiar skúla og áðrenn tað var hon varaskúlastjóri í sjey ár. og uppaftur áðrenn tað, var hon einalærari í Sandvík í fleiri ár.
Eydna Joan Danielsen tekur við stjórastarvinum tann 1. august.