Er ætlanin at broyta skipanina við fríplássum til barnaansing eftir tilmælinum í heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur.
Tað er ein spurningur, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skal svara í løgtinginum mikudagin.
Tað er Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, sum vísir á at fyri einum góðum ári síðani, boðaði Annika Olsen frá í fjølmiðlunum, at hon ætlaði at taka stig til at tillaga skipanina við fríplássum til barnaansing, sambært tilmælinum í heildarætlanini.
Og nú vil tingkvinnan so hava at vita um hetta framvegis stendur við makt, og nær tað verður gjørt.
- Sum skipanin við fríplássum er í dag, er hon ein forðing fyri at stakir uppihaldarar arbeiða fulla tíð, tí skipanin eggjar ikki fólki at fara frá einum lægri løntum starvi til eitt hægri lønt starv.
Eitt dømi er um ein stakan uppihaldara, ið vinnur 19.000 krónur um mánaðin fyri skat. Men skiftir hann til eitt starv við eini løn á 26.500 krónur um mánaðin, hækkar inntøkan bara 250 krónur um mánaðin.
- Sostatt kann skipanin vera við til at fasthalda einsamøllum forsyrgjarum í eini láglønarstøðu.
Skipanin er, at tey húski sum hava inntøkur lægri enn 240.000 krónur um arið, fáa fult frípláss á dagstovnum. Gjaldið fyri ansing hækkar stigvíst og tá ið inntøkan hjá húskinum er umleið 284.000 krónur, skal fult gjald rindast fyri at hava barn á dagstovni.
Í roynd og veru eru tað serliga stakir forsyrgjarar, sum fáa nyttu av skipanini, tí eitt húski við tveimum inntøkum fer vanliga, upp um ásetta markið fyri frípláss.
- Samgongan hevur, javnt og samt, sagt seg vilja gera nakað við støðuna hjá teimum, ið eru láglønt og hjá teimum, ið onkursvegna kunnu vera í vanda fyri at enda í fátækaváða, staðfestir Eyðgunn Samuelsen.
- Vit hava tøl, ið benda á, at 1300 børn liva í fátækaváða og tí kundu ein loysn á hesum ítøkiliga máli, verið við til at bøtt um støðuni hjá børnum og teirra foreldrum, sigur hon.
Men hon vísir á, at tað eru kommunurnar, ið bera kostnaðin av skipanini við fríplássum, men at tað er landið, ið ásetur inntøkumørkini.
Men tingkvinnan heldur, at tað ber ikki til, áhaldandi, at leggja uppgávur til kommununnar og krevja at tær skulu bera kostnaðin einsamallar, og tí vil hon eisini hava at vita, hvussu ætlanin er at fíggja eina møguliga tillaging, og hvat tað fer at kosta.