Seinnapartin verður nýggj vikuskiftissending á Rás2, har teir báðir mikrofonvandu vertirnir, Gissur Patursson og Eyðfinn Drewsen verða vertir.
Teir fara at hava ymsar aktuellar gestir á vitjan í rásarúminum í Miðlahúsinum í Vágsbotni – sum vendir beint út ímóti brennandi sólini í Vágsbotni í morgun.
Í sendingini í dag fara teir eisini at avdúka eitt av høvuðsnøvnunum á ársins VoxPop. Og tað er ikki hvør sum helst, siga teir, uttan at avdúka nakað – tí tað frætta vit nærri um í sendingini.
Harumframt skipa teir báðir eisini fyri eini sms-kapping.
Vertir eru Eyðfinn Drevsen og Gissur Patursson.










