Bestu ungu fótbóltsspælararnir í Føroyum eru Eyðvør Klakstein úr KÍ og Klæmint A. Olsen úr NSÍ.
Tað varð kunngjørt á samkomu á Hvonn fyri lítlari løtu síðani. Tað er Miðlahúsið, sum skipar fyri tiltakinum, har tað verður avdúkað, hvørjir spælarar skulu hava heiðurin. Tað eru liðformenninir, venjararnir og ítróttarskrivararnir, sum skipa fyri.
Tað er rættuliga sjáldsamt, at Eyðvør Klakstein millum liðfelagarnar á sigursvanda KÍ kvinnuliðnum hevur mammuna, Báru Klakstein.
Klæmint A. Olsen úr NSÍ var fegin um heiðurin:
- Hetta kenni eg sum herðaklapp og sum álitisváttan um, at man hevur gjørt eitt gott arbeiði, og tað eri eg fegin um.










