Eyðun Klakstein í Fótbóltspanelinum

FM1: Fótbóltur, hondbóltur og flogbóltur

Í Sportboxini í dag, sum er hvønn fríggjadag millum klokkan 15 og 17 á FM1, verður tosað um fótbólt, hondbólt og flogbólt.

 

Hoyr Sportboxina á netinum við at trýsta HER

 

Í fyrra tímanum verður formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, gestur. Leygardagin verða hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti og formaðurin fer at hyggja nærri at teimum fýra dystinum, sum allir verða beinleiðis á FM1.

 

Somuleiðis í fyrra tímanum verður tosað um steypakappingina í hondbólti. Fyrru hálvfinalurnar hava verið og spenningur er í trimum av teimum fýra hálvfinalunum. Kyndilskvinnur hava beina kós í finaluna, men tað er spenningur í hinum trimum dystunum, ið verða sunnudagin.

 

Í Fótbóltspanelinum, sum byrjar eftir tíðindini klokkan 16, er Eyðun Klakstein gestur. Hann er í dag venjari hjá Skála, sum í morgin skal spæla móti HB í finlauni í VFF-Cup. Hann er fyrrverandi spælari hjá KÍ og hevur eisini vunnið FM sum venjari hjá B36.

 

Sportboxin verður send beinleiðis á FM1 í dag klokkan 15. Spurningar og viðmerkingar til sendingina kunnu sendast á 559999.