Fótbóltur
Fleiri ferðir í ár hevur verið tosað um »unga« HB-liðið, sum hevur staðið seg so væl. Og hóast liðið ikki hevur havt yngsta miðalaldurin í øllum dystum, so er tað ein staðfesting, at HB eftir kappingarbyrjan í fjør legði doyðin á, at nú skuldi eitt ættarliðsskifti fremjast.
Burtur vóru spælarar sum Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen og Hans á Lag, og tað setti krøv til aðrar spælarar um at taka yvir.
Og við Formula-gullinum má sigast, at tað gjørdu nýggju menninir. Sjálvandi borgar hetta í sjálvum sær ikki fyri skreyti komandi árini. Men tað skerst ikki burtur, at HB í løtuni er sera væl brynjað til nýggjar avbjóðingar. Av hópinum í ár eru tað bert Bárður Johannesen, Jovan Radinovic-Panic og møguliga Janus M. Joensen, sum ikki halda fram. Og við tilgongd av Milan Culjic á miðvøllin, allar helst Marcyn Dawid í málinum og møguliga eisini Christiain Høgna Jacobsen í álopinum, man liðið ikki vikna tað heilt stóra.
Lærdu stabilitetin
Fyrstu umførini gekk hetta nóg so trilvandi. Til tíðir spældi liðið kanska besta fótbóltin í landinum, meðan tað til aðrar tíðir gekk so langt ífrá eftir vild. Tvey tap fyri GÍ, heimatap móti EB/Streymi og eitt tennis-egg móti grannunum úr B36 vóru ikki tað, sum viðhaldsfólkini høvdu ætlað sær frá liðnum, og kanska serliga hetta seinasta var við til at staðfesta, at í ár skuldu tær heilt stóru vónirnar nokk ikki setast til liðið.
Og kanska var tað júst hetta, sum í seinasta enda gjørdist bjargingin hjá HB. Í øllum førum varð trýstið/vónin um at vinna nakað, tikin av liðnum, sum um hetta mundi var at finna á einum sætta plássi.
Og kanska var júst hetta ein av fremstu orsøkunum til, at tað hóast alt skuldi gangast liðnum somikið væl. Tað tóktist, sum var einasta kravið eftir hetta tað, sum liðið setti sær sjálvum. Nevnliga ikki at falla í fátt, men stríðast hvønn einasta dyst á tamb fyri eini so góðari endastøðu, sum tað nú var gjørligt.
Í so máta ikki heilt ólíkt støðuni, sum tá unga KÍ-liðið var í í 1991. Ein støða, har hugtakið um gummbein als ikki er at finna. Snøgt sagt tí tað er lættari at renna aftan á enn undan.
Týdningurin av royndunum
Tað skal tó eisini havast í huga, at HB um sama mundi fekk ein munandi styrk. Rógvi Jacobsen kom aftur til Føroya, og eingin sum helst ivi er um, at hann í ovurstóran mun hevur gjørt sína ávirkan. Kanska fyrst og fremst við royndum, tí við Rógva á liðnum høvdu menn sum Jákup á Borg, Bárður Johannesen og kanska eisini aðrir við ein mann, sum veruliga kundi geva sítt íkast til stríðsviljan. Ikki tí at hinir ikki stríddust, men við at fáa rætta vinnarahugburðin á liðið, gjørdist HB eitt lið, sum ikki gav seg yvir.
Og samstundis var talan um eitt lið, við eyðkendu HB-dygdunum í hásæti. Trygga positiónsspælið, nógv spæl yvir kantarnar og nógv mál eru eyðkenni, sum søguliga hava hoyrt til HB-skúlan. Tekniska botnstøðið á liðnum er kanska tað hægsta í landinum, og breiddin í hópinum borgaði eisini fyri, at venjarin kundi geva spælarum hvíld í langa og strævna kappingarárinum.
Tí hóast tað er lætt at eyðmerkja berandi kreftirnar á liðnum, so skerst ikki burtur, at hópurin hjá HB hevur verið – og er – sera breiður. Tað er sjáldan komið fyri, at teir fyrstu ellivu hava verið teir somu tveir dystir á rað. Serstakliga á miðvøllinum hava alternativini verið nógv, og í botn og grund hevur tað bert verið Kári Nielsen, sum hevur verið púrasta fastur á sínum plássi. Saman við Jovan Radinovic-Panioc hava menn sum Rókur av Fløtum Jespersen, Emil Nolsøe Leifsson, Ólavur í Ólavsstoruv og Svenn F. Jacobsen stríðst um teir báðir tøku sessirnar á miðvøllinum. Verjan hevur verið rímiliga stabil í fólki, men tá skaðar ella leikbann hava gjørt um seg, hava eitt nú Pætur Jørgensen og Poul Thomas Dam verið frálíkir avloysarar, og tað sama hava Johan Ejvind R. Mouritsen, og Tór-Ingar Akselsen verið í álopinum, tá boð hava verið eftir teimum. Alt í alt ein hópur, sum hevur verið bæði breiður og homogenur.
Páll-málið
Og at enda, so slepst neyvan undan at nevna ta ávirkan, sum sonevnda Páll M. Joensen málið hevur havt í ár. Tað er neyvan nakar ivi um, at ein av orsøkunum til, at EB/Streymur at enda fór niður við flagginum, er, at liðið ikki hevði orkuna til meira. Og í bakspeglinum er helst lætt at siga, at hevði felagið ikki lagt somikið nógv fyri í steypakappingini, høvdu beinini havt betri orku til seinastu umførini.
Tað skal HB tó ikki lastast fyri, og í veruleikanum er merkisvert, hvussu væl hópurin var førur fyri at tackla mótgongdina, sum málið hevði við sær. Fyrst og fremst, so vóru boðini úr hópinum støðugt, at teir bara vildu spæla fótbólt, og tí tímdu teir ikki at nýta kreftir upp á tað, sum fyrifórst á skrivaraborðinum.
Og í øðrum lagi, so tykist hetta eisini hava givið samanhaldinum í hópinum eitt ordans skump rætta vegin. Kenslan av »Vit móti øllum hinum« var sterk í HB, tá brotasjógvar vóru í nógv umrødda málinum. Nakað sum hevur fingið hópin – við fullum stuðuli úr felagnum – at berjast sum eina eind. Ein fyrihaldan til veruleikan, sum at enda eisini gav úrslit.