Eyðgunn og Sirið á norðurlandaferð

Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg hava verið í Uppsala á norðurlendskum ráðharrafundi um almanna- og heilsupolitiskt samstarv.

 

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir spurningin um, hvussu vit skapa samanhangandi røktar- og umsorganartænastur, serliga við atliti at eldri borgarum. Ítøkiliga snýr hetta millum annað seg um støður, tá borgarar fara frá sjúkrahúsinum og út í eldrarøktina ella í aðrar almennar tænastur, sum liggja uttanfyri sjúkrahúsverkið.

 

Landsstýriskvinnurnar Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen greiddu frá støðuni í Føroyum, og tí, sum tær arbeiða við á hesum økinum.

 

 - Vit hava eina serliga ábyrgd, tá ið tað umræður eldri, sum hava tørv á tænastum bæði frá heilsuverkinum, almannaverkinum og eldrarøktini. Tað vísir seg, at øll Norðurlond – bæði stór og smá – stórt sæð hava somu avbjóðingar við samskipanini á hesum økinum. Tí er tað sera áhugavert at hoyra og skifta orð um hvussu vit kunnu arbeiða við at loysa hesar avbjóðingar frameftir, siga Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen.

 

Á myndinin eru landsstýriskvinnurnar saman við Dagfinn Höybråten, aðalskrivara í Nordisk Ministerråd