Eyðgunn og Bill tjakast um rúsevni

Toftir: Komandi vikuskifti hevur Bláikrossur landsfund sín í missiónshúsinum og kirkjuni í bygdini.

Fundurin byrjar leygarmorgunin við áhugaverdum tjaki millum løgtingsfólkini Eyðgunn Samuelsen og Bill Justinussen. Tey bæði fara at tjakast um ábyrgdina sum samfelagið hevur at tryggja børnum og ungum ein rúsfrían uppvøkstur. 

Á landsfundinum fara nøkur blákrossfólk eisini at tosa um felagsskapin í dag og í tíðini framyvir. Við á fundinum verður haraftrat Heidi Westborg Steel, sum er altjóða samskipari hjá Bláa Krossi í Noregi. 

Bláikrossur Føroya hevur skrivstovu í Runavík. Formaður í landsnevndini er Sverri Steinhólm í Havn.