Klaksvík:
Vanligt er, at valevnini koma í valhølini at fylgja við uppteljingini, og spenningurin plagar at vera rættiliga stórur. Tað var hann eisini í ár, men á borðinum hjá Javnaðarlistanum var ikki so øgiligur spenningur um, hvør mundi fara at fáa flestu atkvøðurnar. Bunkin hjá Eyðgunn Samuelsen var nógv størstur. Við knapt 100 atkvøðum fleiri enn Thorleif Sigurðsson, sum varð næstvaldur á listanum, bleiv Eyðgunn nummar tvey á toppskoraralistanum fyri valinum - aftan fyri Steinbjørn.
? Eg eri fullkomuliga ovfarin av hesum, hetta hevði eg als ikki varhugan av, segði ein fegin Eyðgunn Samuelsen beint aftaná, at endaliga úrslitið frá valinum í Klaksvík var greitt.
Eyðgunn segði, at hon hevði kortini fingið ta fatanina, at hon fór at klára tað, teir seinastu dagarnar áðrenn valið, men hon legði dent á, at so nógvum atkvøðum hevði hon ikki roknað við.
Persónliga var Eyðgunn avbera vælnøgd, og hon fekk eisini nógvar heilsanir við á vegnum, tá hon fór úr valhølunum og heim til eitt fult hús av gestum.
Onkur helt fyri, at tað var serstakliga flott av henni, serliga tá hugsað verður um, at Eyðgunn er tilflytari. Hesum flenti afturvaldi býráðslimurin úr Vágunum bert at.