ExxonMobil sær møguleikar í Føroyum

Um vit ikki mettu, at møguleikar vóru at finna kolvetni í undirgrundini her, so vórðu vit ikki komnir til Føroya sigur stjórin hjá ExxonMobil, Erik Oswald, sum fegnast um komandi samstarvið við Statoil, Atlantic Petroleum og føroyskar myndugleikar.

-Føroyar eru eitt fjarskotið øki, tá talan er um oljuleiting, og hetta er eisini fyrstu ferð, at vit í ExxonMobil luttaka í leiting um hesar leiðir. Vit eru eitt altjóða oljufelag og tí leita vit eftir kolvetnum kring allan heimin. So vit royna at tryggja okkum, at vit hava hava vitjað hvørt eitt herðashorn í heiminum. Og tað hevur so fingið okkum at hyggja henda vegin sigur ExxonMobil stjórin Erik Oswald, sum vísir á, at felagið hevur verið virkið í umhvørvinum rundan um Føroyar. Teir hava leingi arbeitt í bretskum sjógvi og í Noregi og eru eisini í Grønlandi. So eftir at hava arbeitt í grannalagnum eru teir nú spentur uppá nýggju avbjóðingina, sum føroyski landgrunnurin hevur at bjóða uppá.

Tað leypir tó ikki hvøkk á Erik Oswald, at eingin av teimum sjey brunnunum, sum eru boraðir við Føroyar, hava verið lønandi fund. –Vit, sum arbeiða í hesi vinnu, eru vanir við, at brunnar eru turrir í byrjanini, tá arbeitt verður í einum nýggjum øki. Tá heimsins størsta oljukelda varð funnin í Miðeysturi vórðu boraðir sjey turrir brunnar, so hetta er kent fyribrygdi.

Erik Oswald vil ikki úttala seg um, antin olja og gass finst í føroysku undirgrundina ella ikki. Tað kann bara boring vísa, men hann leggur aftrat, at um teir ikki mettu, at møguleiki var fyri at gera fund her, so høvdu teir heldur ikki verið her. –Vit eru sera fegnir um at vera komnir til Føroya sigur ein vælupplagdur og brosandi amerikanskur oljustjóri.

Gott eygað á Statoil
Erik dylur heldur ikki fyri, at hann hevur gott eygað á Statoil, sum verður fyristøðufelag í øllum loyvunum ExxonMobil er við í. –Vit vita, at Statoil er eitt sera ábyrgdarfult og dugnaligt fyristøðufelag. Vit vita, at tað er ført fyri at arbeiða uppá ein tryggan og forsvarligan hátt, so vit eru tryggir í tí.

Hóast Statoil er eitt nógv minni felag enn ExxonMobil, so hevur felagið kunnleika og royndir frá sínum arbeiði í hesum økinum, umframt at tað hevur eisini altjóða royndir. –Vit vóna tí eisini, at vit við okkara stødd, royndum, tøkniliga førleika og fíggjarligu styrki kunnu vera við til at geva eitt gott og neyðugt íkast til samtakið.

-Statoil hevur bundið seg til at bora tveir brunnar. Nú ExxonMobil eisini er vorðin partur av trimum av loyvunum hjá Statoil, kunnu vit so rokna við enn fleiri brunnum spurdu vit Erik Oswald.

-Um tað fer at eydnast okkum at røkka frægum úrslitum, so vil tað altíð vera pláss fyri fleiri brunnum, men enn er tað ov tíðliga at siga. Eg kann bara siga, at vit eru tilreiðar at bora ein brunn saman við Statoil og Atlantic Petroleum í summar, og vit kanna í løtuni, hvat tað besta er at gera í so máta. Tí byrja vit í dag at tilrætta eina tilgongd.

Uppá fyrispurning hvørji framtíðarmál ExxonMobil hevur í Føroyum sigur Erik Oswald, at teir eru komnir hendavegin fyri at fáa success tvs. at finna olju og gass, sum kann framleiðast.

Áhugaverda fortíð
ExxonMobil hava eina sera spennandi og áhugaverda fortíð í oljusøguni. Bæði feløgini vórðu fyri góðum 100 árum síðani ein partur av amerikanska oljurisanum Standard Oil. Eftir ein dóm í Hægstarætti, har Standard Oil varð dømt til at sleppa monopolstøðu síni var felagið býtt sundur í tær so kendu sjey oljusystrarnar. Ein teirra var Exxon og ein onnur Mobil. Tað skuldu so ganga nærum hundrað ár, til hesi bæði feløgini aftur løgdu saman og gjørdust heimsins størsta oljufelag.

-Nú tit eru saman aftur og tit framvegis leita eftir olju úti í heimi, eru Føroyar og Atlantsmótið tá eitt av teimum seinastu jomfrúuligu leitiøkinum í heiminum, sum tit fara eftir?

-Eg havi verið í hesi vinnu so mikið leingi, at eg veit, at vit ongantíð við vissu vita, hvar tað næsta oljuøkið er og nær hetta endar. Tey 20 til 30 árini eg havi verið í oljuvinnuni hava lært meg, at tað í dag eru fleiri møguleikar fyri at gera fund enn tað vórðu, tá eg byrjaði í hesi vinnu. So føroyska økið er eitt av mongum ótroyttum økjum í heiminum, sum tað kann vera áhugavert at seta hol á. Alt hetta hevur eisini nakað at gera við, hvørji fólk arbeiða í hesi vinnu og hvørjar tankar og vónir tey hava til at gera fund og hvussu tey ímynda sær, at hesi skulu vera funnin.

At enda spurdu vit Erik Oswald, um føroyingar skulu kenna seg tryggar, tá ExxonMobil og Statoil fara at bora - í kjalarvørrinum á herviligu oljudálkivanlukkuni í Meksikanska flógvanum:

-Hetta er eitt sera álvarsligt mál bæði fyri fólkið her búleikast men eisini fyri feløgini, sum arbeiða her. Statoil er eitt ábyrdarfult fyristøðufelag og við tí tøkniliga arbeiði og royndum, sum vit eisini koma við og tí røttu tilrættaleggingini av sjálvari boringini á djúpum vatni, so trúgvi eg, at trygdin fer at vera avgjørt í hásæti, tá vit fara undir at bora. So vit koma við øllum okkara aljtóða royndum á hesum øki til hetta samtakið og vóni eg, at tað verður ein stórur stuðul hjá fyristøðufelagnum Statoil.