Kanningin gevur reyða veingi 85 sessir, bláa veingi 73, meðan nýggi flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen fær 17 sessir.
Skal stjórnin hjá Mette Frederiksen halda fram, so skulu flokkarnir reyðu megin vinna tveir sessir fleiri, enn exitpoll kanningin vísir.
Flokkarnir bláu megin eru langt frá teimum 90 sessunum – men um Moderatarnir høvdu verið við, so var bláur meiriluti.
Moderatarnir vilja, eins og Javnaðarflokkurin, hava eina stjórn tvørtur um miðjuna. Lars Løkke Rasmussen hevur sagt, at hann kundi hugsað sær eina stjórn við Javnaðarflokkinum, Vinstra og Moderatunum – uttan tó at siga, hvør skal vera stjórnarleiðari.
##med2##
##med3##