Evsti dómstólur hjá ST givið Russlandi boð um at steðga innrásini

Russland skal í stundini steðga hernaðarligu gerðunum í Ukraina, sigur Altjóða Dómstólurin

 

Mótmælisfólk uttan fyri dómstólin í Haag við skelti við áskriftini »Steðgið Putin«. - Foto: Phil Nijhuis/Ritzau Scanpix

Altjóða Dómstólurin (ICJ) hevur í dag givið Russlandi boð um alt fyri eitt at steðga innrásini í grannaldanið Ukraina.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Somuleiðis skulu bólkar, sum eru undir russiskum eftirliti ella stuðlaðir av russisku stjórnini, steðga sínum hernaðarliga virksemi.

– Dómstólurin er sera stúrin fyri valdsmisnýtsluni hjá Russlandi, sum hevur stórar trupulleikar við sær fyri fólkarættin, sigur Joan Donoghue, dómari í ICJ.

Avgerðin er væl móttikin av ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj. Hann sigur tað vera ein sigur fyri Ukraina.

– ICJ hevur givið boð um í stundini at steðga innrásini. Boðini eru bindandi í sambandi við fólkarættin. Russland skal gera eftir boðunum, sigur hann.

ICJ, sum er í Haag, er evsti dómstólurin hjá ST.

Tað er hent áður, at ikki hevur verið gjørt eftir slíkum boðum. 

Fleiri greinarar halda tó, at avgerðin í dag kann stimbra Ukraina til at fáa hjálp frá umheiminum.

Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar. Síðani eru fleiri ukrainskir býir bumbaðir í sor.

Tríggjar milliónir fólk eru seinastu sløku tríggjar vikurnar flýddar úr Ukraina. Áðrenn kríggið brast á vóru umleið 44 milliónir íbúgvar í landinum.

Meginparturin er flýddur til grannalandið Pólland. Har hava tey higartil tikið ímóti 1,8 milliónum flóttafólkum. Rumenia, Moldova, Ungar og Slovakia hava eisini tikið ímóti nógvum flóttarfólkum. 

Umboð fyri Ukraina og Russland hava mánadagin, í gjár og í dag sitið við samráðingarborðið um støðuna.

Enn hava samráðingarnar ikki ført til framstig.

/ritzau/

 

Mótmælisfólk uttan fyri dómstólin í Haag við skelti við áskriftini »Steðgið Putin«. - Foto: Phil Nijhuis/Ritzau Scanpix