Seinnapartin í dag bjóðar bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, evropeiskum toppleiðarum til fundar í London at leggja eina ætlan fyri trygdina í Evropa.
Millum tey, sum verða við á fundinum, verður eitt nú norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.
Hann sigur við norska kringvarpið - NRK - í morgun, at londini fara at umrøða, hvat tey kunnu stuðla undir við, bæði við stuðli til Ukraina og hugskotum um eina vápnahvíld ella frið.
- Málið er ein varandi og rættvísur friður, og vit fara eisini at umrøða evropeisk trygdargarantiir. Alt hetta er á skránni í dag, og eg trúgvi, at hetta kann gerast ein søguligur fundur, sigur hann.
##med2##
Espen Barth Eide leggur dent á, at tað er týdningarmikið fyri Ukraina og evropeisk lond, at londini samstarva betur og vísa, at tey eisini ynskja, at USA framhaldandi hjálpir til í Ukraina.
Norski uttanríkisráðharrin sigur, at tað er eitt velduga stórt samanhald í Evropa um at styrkja verjuna av Evropa innan karmarnar av Nato-verjusamgonguni, veit NRK at siga í morgun.