Evnini eru tíðliga sjónsk

U-16 landsliðið, søgan:

Hjá føroysku fótbóltsspælarum, sum hava verið á U-16 landsliðnum munnu royndirnar hava verið bæði góðar og minni hugaligar. Talan hevur sjálvsagt verið um bestu fótbóltsspælararnar í landinum. Í heimligu kappingini hava teir staðið seg væl og næstan gjør, sum teir hava vilja. Tá teir hava verið á landsliðnum og spælt í NM, hava tapini ofta verið ógvuslig, og tað hevur ikki verið hugaligt.

Aftaná er tað ivaleyst hugaligt at minnast aftur á, at fleiri av evnaríkku mótstøðumonnunum eru vorðnir kendir fótbóltsspælarar í fremstu røð í europeiskum stórfeløgum. Talan hevur verið um nógvar.

Alvi Justinussen, sum í mong ár var í miðverjuni hjá GÍ, og sum nú spælir á 2. deildarliðnum hjá ÍF, var við í Ísalndi í 1984. Setningurin hjá honum á Akureyri tann 2. juli var at ansa eftir miðframherjanum hjá dønum, sum æt Brian. Longu tá vóru øll eyguni vend móti hesum Briani. Hann hevði Laudrup til eftirnavn, og pápin og stóribeiggin høvdu víst, at fótbóltsevnini í familjuni vóru framúr. Fleiri stórfeløg í Europa vóru longu tá til reiðar at rinda milliónaupphæddir fyri snillingin. Brian spældi í Brøndby, áðrenn hann fór í europeisku stórfeløgini at spæla.

Í 1994 var NM kapping í Danmark. Jógvan Martin Olsen var venjari hjá føroyska liðnum: - Vit spældu ikki ímóti Onglandi. Men vit sóu teir í finaluni spæla móti Eysturríki. Vit løgdu beinan vegin til merkis ein av álopsspælarunum hjá Onglandi. Hann var framúr skjótur og evnaríkur, og síðani hava vit sæð, at talan var um stórspælarar. Hann eitur Michael Owen og spælir í Liverpool og á enska landsliðnum.

Í 1997 var kappingin í Vasa í Finnlandi. Føroyar taptu 4-1 móti heimaliðnum. Millum mótstøðumenninar var Mikael Forssell. Hóast hann er føddur í 1981, so hann longu í fjør á altjóða stjørnuliðnum hjá Chelsea.

Í somu kapping taptu føroyingar 10-0 móti Onglandi. Í 47. minutti var Joe Cole skiftur inn á enska liðið. Hann var longu tá bundin av sáttmála við West Ham United, har hann i fjør var týdningarmikil spælari. Føroyingar hoyrdu í Finnlandi, at Manchester United hevði boðið West Ham 25 milliónir fyri hann.

Ivaleyst eru fleiri framtíðar stjørnur í Gundadali í hesum døgum. Tí er tað ikki burturvíð at goyma leikskránna. Komandi árini fer tað at bera til at staðfesta, um summir av ungu monnunum gerast stórspælarar í kendu europeisku feløgunum. At teir eru úttiknir at umboða U-16 landsliðið ber boð um, at evnini eru góð. Hvussu evnini verða brúkt valdast m.a. um sinniligu styrkina og hepni. Hvussu tað verður við tí, fer bara tíðin av vísa.cute;vanligur í summar.


Dalurin opin

Komin í Skarðið liggur Gásadalur opin fyri okkum. Vit sessast, og ryggsekkirnir verða latnir upp. Fólk hava eitthvørt við sær til túrin, og ferðaleiðarin býður kaffi og matpakkar, hann hevur við av hotellinum. Norðmenninir eru framvegis ikki komnir, og hildið verður, at teir fara als ikki at møta upp. Soleiðis varð eisini.

Tvey fólk komu aftan á okkum. Tað vísti seg at vera týskarar, sum tó ikki fóru niður í dalin, men vendu í Skarðinum, sum so mong gera.

Tað verður prátað, og myndir skulu jú eisini takast. So tað gongur ein løta, áðrenn farið verður oman.

Niðri við portrið situr ein einsamallur maður, sum heilsar: »Guten Tag«. Enn ein týskur ferðamaður.

Hesin fryntligi maðurin, sum man vera einastaðni miðskeiðis í fimitárunum til aldurs, hevur hug at práta. Og meðan restin av ferðalagnum fer oman á lendingina, sita vit báðir, blaðmaðurin og týskarin, eftir.

Hann greiðir frá, at hann er úr Hannover og er ferðandi blaðmaður, sum skrivar ferðafrásagnir til eitt týskt læknablað. Hann sigur, at einir tríggir fjórðingar av blaðnum eru ferðafrásagnir, meðan restin hevur okkurt við læknavísund at gera. Fólki dámar betur at lesa um ferðing, sigur hann.

Hann hevur verið í Føroyum fyri einum sjey árum síðan, og honum dámdi so væl, at nú er hann komin aftur. Ikki hetta við at bíða tveir dagar, meðan Norrøna er í Bergen. Nei, hann vildi vitja landið. Og tað hevur hann gjørt, sigur hann. Og eisini hann fegnast um tann vælsignaða friðin, her er. Her í Gásadali. Og ikki minni í Mykinesi, har hann júst hevði verið nakrar dagar.

Og so kemur spurningurin: »Verður nøkur grind í Vágum í dag?«

Eg havi fingið spurningin fyrr og noyðist enn einaferð at greiða frá, at tað veit eingin. Og so fellur tosið sjálvandi á umhvørvisfelagsskapirnar, hann eisini hevur hoyrt um.

Hann spyr, hvussu tað ber til, at tað í ár bara eru dripnir 10.000 hvalir í Føroyum, tá tað vanliga plaga at verða dripnir 15.000. Eg ógvist og spyrji, hvaðani hann hevur hasi tølini.

-Jú, soleiðis hevur hann frætt.

Aftur gerst neyðugt at greiða einum útlendingi frá, at tað er beinleiðis lygn, sum mangastaðni verður geitt frá um føroyskt grindadráp. Men hesi fremmandafólkini vita ikki betur. So hann fær eina longri frágreiðing um hagtøl síðan miðøldina, vísindaliga kanningar av grindini og so framvegis.

Enn eitt dømi um, hvussu neyðugt tað er hjá føroyingum at kunna um føroysk viðurskifti úti í heimi.


Lundar og íbygdur steinur

Lundin er nógvur í ár, og eisini í bakkanum í Gásadali er væl til. Teir verða avmyndaðir í ymsum støðum. Og Høgni heldur, at stuttligt hevði verið hjá børnuum í ferðalagnum at sæð ein livandi lunda tætt hjá og kanska sloppið at hildið á honum.

Vit fara tveireinir niður í bakkan, og Høgni stingur hondina í eina holu. Jú lundin er inni, og Høgni kemur út aftur við honum. Og pisuni.

Tað var stuttligt hjá børnunum at síggja, og pisan varð eisini dúgliga avmyndað, áðrenn hon var løgd aftur í holuna, og vit fóru niðan í bygdina at hyggja okkum um.

Vitjað varð í skúlanum, har fólk nýttu høvið at skriva í gestabókina. Eisini varð hugt at Gráasteini, og vit fingu sagda søguna um, hvussu hann endaði sum hornasteinur í einum húsum í Gásadali.

Gráisteinur var íbygdur, sum ikki var so óvanligt í Føroyum fyrr. Maður ætlaði at byggja og vildi sprongja steinin, sum var í vegin. Hann var eisini byrjaður at bora, og farvegurin eftir tí sæst enn.

Men grannin setti seg ímóti hesi óbótagerð. Hann legði seg oman á steinin og segði, at skuldi steinurin sprongjast, skuldi hann við í luftina. Tí hann vildi nógv heldur bráðdoyggja, enn spakuliga at verða píndur til deyða av teimum heimleysu fornisku. Steinurin varð standandi.


Gongurtúrur, har roknast skal við at seta dagin av.

Meðal strævin túrur. Gingið verður um fjøll. Gott er at vera væl ílatin um beinini.

Eini tvey hjartasuff eru:

Eggin í Gásadalsbrekkuni eigur at verða hegnað, soleiðis at eingin vandi yvirhøvur er fyri, at fólk ganga seg útav.

Gøtan av Skarðinum oman til Gásadals eigur at verða ruddað fyri smágrót, sum annars ger túrin strævnari enn neyðugt.

Fototól eigur at vera við, og ein kikari er óføra góður at hava.

Farið altíð við ferðaleiðara. Tað loysir seg væl.

Túrurin kosta 185,- krónur, og matpakki fæst, um ein ynskir tað, fyri 70,- krónur.

Atlantsflog hevur eisini túrin við í ferðaseðlapakka, um tað verður ynskt. Í pakkanum hjá Atlantsflog er matpakkin íroknaður.


Tilmelding:

Kunningarstovan

Miðvági:

Tlf. 33 34 55

Ella hjá Atlantsflog:

Tlf. 33 37 00


Hvat hendir í Føroyum? www.kunning.fo