Evi syngur tjóðsangin í Dublin

Tá ið Írland og Føroyar spæla fótbóltslandsdyst í Dublin 7. juni, fer føroyska countrysongkvinnan Evi Tausen at syngja føroyska tjóðsangin fyri dystin.

 

Umvegis føroyska og írska fótbóltssambandið hevur Evi fingið møguleikan at syngja føroyska tjóðsangin á Aviva Stadium fyri dystin.

 

- Hetta er ein sera spennandi uppgáva at fáa, og eisini ein góður møguleiki hjá mær at promovera meg í Írlandi, sigur Evi.

 

Evi vann fyrr í ár eina heiðursløn hjá einum írskum countryfelagsskapi og framførdi í tí sambandi í Írlandi.