Evi skrivar søgu í Írlandi

Føroyska countrystjørnan Evi hevur vunnið heitið sum International Artist of the Year í Dublin í Írlandi fyri løtu síðani.

 

Kappingin hevur verið soleiðis skipað, at fólk hava atkvøtt, áðrenn ein dómsnevnd kom við sínari meting. Og her hava dómarar og fjepparar so givið føroysku Evi flestar atkvøður, soleiðis at hon vann hesa kappingina.

 

Kappingin, Evi hevur vunnið, er Irish Country Sound Entertainment Awards og Evi skrivar søgu á tann hátt, at hon er tann fyrsti føroyingurin, sum vinnur virðisløn av hesum slagnum.

 

Úr Írlandi frætta vit, at føroyska ferðalagið nú hátíðarheldur, at Evi hevur vunnið virðislønina. Við á túrinum eru millum annað Jens Marni Hansen og Pauli Magnussen, sum hava spælt saman við Evi í samband við tiltakið har.

 

Evi kunngjørdi annars í dag nýtt sjónbandalag, sum tú kanst síggja á leinkini niðanfyri.

 

Myndir: Evi Djurhuus við virðislønini, hon júst hevur vunnið (mynd: Gudmundur Djurhuus)