Countrystjørnan Evi er bjóðað við á konsertferð, sum verður í fleiri europeiskum londum komandi summar. Tað er nýggi týski managarin hjá Evi, sum skipar fyri konserferðini, ið hevur heitið Country Music Europe Tour, og tað er eisini managarin, sum hevur bjóðað Evi og hennara bólki við á konsertferð.
Enn er ikki faslagt, júst nær konsertferðin byrjar, men sum nú er, skal Evi syngja í Týsklandi, Sveis, Eysturríki, Belgia og Hollandi í julimánaði 2013.
- Eg veit ikki so nógv um hesa konsertferðina enn, men sum eg skilji á lagnum, eru fleiri bólkar og einstaklingar úr Europa og úr USA við á ferðini, sigur Evi, sum gleðir seg til at skula framføra ymsastaðni í Europa komandi summar.
- Tað er fantastiskt at sleppa við á hesa konsertferðina, og tað besta er, at eg havi eitt føroyskt orkestur afturat mær, sigur ein fegin Evi, sum longu nú er byrjað at hugsa um fyrireikingarnar til Country Music Europe Tour.
- Vit skulu venja sera nógv, serliga tá konsertferðin nærkast, og eg ivist ikki í, at tað verður mennandi fyri meg og orkestrið, greiðir Evi frá.