Evald fyrstur um Nólsoyarfjørð

Svimjingin um Nolsoyar leygardagin eydnaðist væl. Evald Rasmussen var fyrstur á mál. Hann brúkti 1 tíma, 20 minuttir og 54 sekund at svimja úr Havn til Nólsoyar

SVIMJING
 
Svimjararnir, sum svumu um Nólsoyarfjørð leygardagin, høvdu blíðan byr.
Allir fimm luttakararnir fullførdu, og tann seinasti náddi í land fyri løtu síðani. Tey flestu raktu inn á víkina í Nólsoyar bygd, men onkur fór tó eitt sindur norður um.
Erlendur Ramussen, sum bæði er ein av fyriskiparunum og luttakarunum, sigur, at alt gekk væl. Streymurin var spakur, og veðrið var gott.
Úrslitið av svimjingini var hetta:
 
Nr. 1 Evald Rasmussen 1.20.54
Nr. 2 Gunnar Dahl Olsen 1.24.35
Nr. 3 Erlendur Simonsen 1.34.29
Nr. 4 Helena G. Jacobsen 1.42.00
Nr. 5 Trygvi Berg 2.40.39
 
 
Leggjast kann afturat, at Helena G. Jacobsen, umframt at vera einasta kvinna, eisini var yngsti luttakari. Hon er trettan ára gomul.
Erlendur Simonsen sigur, at tey hava skipað fyri svimjingini síðan 1998, og síðan hava tey svomið hvørt ár yvir um Nólsoyarfjørð.
Metið á hesum teinum er 1 tími og 17 minuttir, og tað setti Jóannes á Fløtti í 2004.