Eva Solo gevur fuglunum mat

Er tú ein av teimum, ið hugsar um, hvussu fuglarnir hava tað vetrartíð? Tað eru tað takk og lov nógso nógv, sum gera. Danska Eva Solo, ið hevur til vana at gera vakrar brúkslutir til heimið, hevur nú sniðgivið eina sera vakra fuglaskál.

Skálin er gjørd úr blástum glasi og gjørligt er at hanga hana á trøð ella onkustaðni á húsinum.
Í djórahandlum ella størri handlum er gjørligt at keypa fræ og líknandi at fylla hana við, og so er bara at bíða eftir at fuglarnir koma á vitjan