Vinnarar av Talent 2013 gjørdust 12 ára gamla Eva Justinussen úr Tórshavn og 11 ára gamla Victoria á Lakjuni úr Klaksvík. Tær báðar blástu dómararnar umkoll við sínum vakra sangi og góðu framførslum.
Umframt at tær eru bodnar at framføra á Barnafestivalinum 6.juli í Grasagarði, so verða eisini nógv onnur Talent børn at síggja á festivalinum, tí støðið var so høgt.
Í alt lutttóku 50 børn í kappingini í ár. Tað er methøgt og boðar frá, at tað er ein rúgva av evnaríkum børnum í Føroyum, sum ynskja at vísa síni kynstur á palli.
Fyriskipararnir gleðast um, at tey sum luttaka fleiri ár á rað verðuliga taka seg fram og mennast, eins og nýggir spírar koma hvørt ár.
Margarinfabrikkin var karmur um kappingina og hýsti teimum 400 áskoðarunum, sum vitjaðu hesar dagarnar. Stuðla av Tórshavnar Kommunu og ikki minst við góðari hjálp frá starvsfólkum og teimum ungu í Margarinfabrikkini - var tiltakið væleydnað.









