Tey samfeløg, sum fara at meistra 5G og AI (artificial intelligence), verða vinnararnir av fjórðu ídnaðarkollveltingini, og hesi samfeløg fara at seta altjóðu dagsskánna næstu 20 árini.
Tað meinar Abraham Liu, sum er europeiskur varaforseti í kinesiska tøknirisanum Huawei og umboð í ES.
– Vit mangla altjóða eftirlit av cyberspace, og eg haldi, at ES er ført fyri at slóða fyri, sigur Liu og vísir á nýggju talgildu ætlanina hjá Magrethe Vestager, ES–kommisseri.
Abraham Liu meinar tí, at ES “einans” skal knýta 5G og AI á ein ídnað, sum longu riggar væl.
Abraham Liu er í hesum døgum í Keypmannahavn fyri at greiða frá leiklutinum hjá Huawei í ES. Í hesum sambandi leggur Liu stóran dent á, at øll tey áhugaðu í Europa eiga at samstarva.
– Huawei stúrir ikki fyri høgum krøvum. Vit stúra bara fyri ongum krøvum. Talgilda strategiin hjá ES beint nú leggur upp til nakrar skilagóðar ásetingar, og seinni koma lógaruppskotini. Men í veruleikanum eru tað teir tøkniligu myndugleikarnir í Europa, sum saman skulu finna ein máta at definera tøkniligu krøvini, sigur Abraham Liu.
Hann stúrir ikki fyri, at europeisk lond fara at velja Huawei frá, sum tað annars hevur verið nógv kjak um.
– Tað er upp til hvørt einstakt land, og eg havi stórt álit á, at londini ikki diskriminera. Eg síggi tað soleiðis, at operatørar og stjórnir í Europa taka avgerðir út frá ekspertvitan, sigur Abraham Liu.











