Hákun West av Teigum og liðfelagarnir hava vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í Champions League, og sleppa undan tveimum Play Off dystum.
Füchse Berlin koppaði oddaliðnum í innleiðandi bólki A, Veszprem úr Ungarn á útivølli. Berlinarnir vunnu 33-32 á ungarska liðnum.
Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum var Füchse Berlin á odda 32-29. Heimaliðið javnaði til 32-32, men heilt móti dystarenda skoraði Tim Freihöfer sítt níggjunda mál fyri Füchse Berlin, og so var sigurin heima.
Í steðginum vóru berlinarnir á odda 17-16. Hákun skoraði tvey mál í kvøld.
Füchse Berlin endaði næstovast í bólkinum við 18 stigum, og fer saman við Veszprem, ið hevur vunnið bólkin við 24 stigum beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.