Europa League: Bara NSÍ fekk heimavøll

HB og B36 skulu út at ferðast í summar, meðan NSÍ fekk heimavøll

12.15: So er lutakastið liðugt og tað háttaði seg við tveimum dystum á útivølli og einum á heimavølli fyri føroysku liðini. NSÍ skal á heimavølli spæla móti Barry Town United úr Wales. HB skal til Norðurírlands at spæla móti Glentoran, meðan B36 fyri aðru ferð inn stutt tíð skal til Gibraltar at spæla móti St Joseph's. Seinast liðini møttust var í 2018. Tá kom B36 víðari eftir tvær javnar og dramatiskar uppgerðir. Alt endaði við brotssparkskapping, sum B36 vann.

12.05: Lutakastið er byrjað og tað skudi ikki gingið rúm tíð, so vita vit hvørjum føroysku liðini skulu møta. Føroysku liðini eru í bólki 2 og eru styrkismett. Føroysku liðini kunnu møta St Joseph's av Gibraltar, Barry Town United úr Wales ella norðurírsku Coleraine ella Glentoran. Tað verður bara ein dystur og lutakastið avgerð um tað er á heimavølli ella útivølli. Dystirnir verða spældir 20. august og verða avgjørdir við longdari leiktíð og brotssparkskapping

Bólkur 2:

NSÍ Runavík (FRO) - Barry Town United (WAL)

St Joseph's (GIB) - B36 Tórshavn (FRO)

Coleraine (NIR) - La Fiorita (SMR)

Glentoran (NIR) - HB Tórshavn (FRO)

Dystirnir verða spældir 20. august.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##