ETA viknað nógv

Spanskir fjølmiðlar vilja vera við, at baskiski loysingarfelagsskapurin ETA er viknaður nógv, eftir at politiski leiðarin í felagsskapinum, Mikel Albizu, og 20 aðrir ETA-limir eru tiknir.

Tað var franska løgreglan, sum tók teir sunnudagin. Samstundis legði løgreglan hald á 600 kilo av spreingievnum, 660.000 patrónir, 112 granatir og 74 byrsur av ymiskum slagi. Summar keldur vilja vera við, at løgeglan fann eisini tvær rakettir av russiskum uppruna.

Ein spanskur hernaðarserfrøðingur sigur við sponsku bløðini, at eftir hansara tykki hevur ETA at kalla eingi vápn eftir. Løgreglan ásannar, at átakið sunnudagin hevur gjørt, at ETA er viknaður nógv, men samstundis verður stúrt fyri, at tað kann fáa felagsskapin at gera ein seinasta vørr.