Esther Zachariasen 80 ár

Týsdagin 18. november fylti Esther Zachariasen í Havn 80 ár

Esther er úr Trongisvági, fødd 18. november 1923. Foreldrini vóru Karl Thorsteinsson, vanliga nevndur Karl á Brúgv, og Anna, f. Hammer, av Sevmýri á Tvøroyri. Mamman doyði bert 30 ára gomul frá fimm børnum. Karl giftist uppaftur við Ellu, sum var systir Annu. Ella varð sum ein mamma fyri tey fimm børnini. Ella og Karl fingu síðan trý børn afturat.

Esther fór út at tæna sum ung genta hjá prestunum Mejdal á Tvøroyri og Thulesen í Vági, eisini var hon hjá missioner Eliassen á Tvøroyri.

Hon kom til Havnar sum 27 ára gomul og arbeiddi á Tórshavnar Sjómansheimi, har hon møtti Tórur Zachariasen, ættaður ú Hesti. Hann varð vanliga nevndur Tórur í Hesti. Tey giftust í 1952 og búsettust í Havn. Tórur doyði í 2000, 88 ára gamal.

Esther og Tórur fingu fýra børn: Karin, sum býr í Kollafirði, Jónatan, sum býr í Danmark, og Eyðun og Fríða, sum bæði búgva í Hoyvík.