Finska skipið Estelle, sum var á veg til Gaza, liggur nú við bryggju í ísraelska havnarbýnum Ashdod. Fyrrapartin í gjár setti ísraelski herflotin fólk umborð á skipið og gav tí boð um at sigla til Ashdod, hagar tað kom seint í gjárkvøldið saman við tveimum skipum hjá ísraelska herflotanum.
Felagsskapurin Ship to Gaza, sum skipaði fyri ferðini hjá Estelle, sigur, at skipið var í altjóða sjógvi, tá ísraelski herflotin kringsetti tað og setti fólk umborð. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ísrael steðgar skipum, sum ætla sær til Gaza. Ísraelska stjórnin sigur, at hetta varður gjørt til tess at forða fyri, at víðgongdir palestinar í Gaza skulu fáa vápn sjóvegis.
30 fólk vóru við Estelle, teirra millum nakrir tinglimir úr Noregi, Svøríki, Spania og Grikkalandi. Manningin taldi eisini tríggjar ísraelsmenn, skrivar AFP.