Alnetið skuldi bróta niður múrar, so heimurin kundi fáa fólkaræði. Sum Bill Gates segði so hugnaliga: The Internet is becoming the town square for the global village of tomorrow.
Morgindagurin er upprunnin, men ístaðin fyri globalu bygdina við tí digitala torginum hava vit fingið eina binera útgávu av Eysturtýsklandi, har politiskar skipanir og fyritøkur stýra heilunum á talgeldum tegnum við tíðindaskrivum og appum.
Tey, ið eru vorðin krøkt av hesi skipanini, ganga úti á gøtuni við einum telefonskíggja sum fylgjara og renna á at kalla allar ljóssteyrar, ið enn ana á leiðini.
Nýggi harrin í húsinum er facebook. Risamiðilsins javnt stóru sølusystkin síggja møguleikar í øllum, ið hevur puls. Til dømis hevði tað verið stuttligt at gjørt heimsins íbúgvar til fjálturstungnar sjúklingar.
Tað er eydnast. Eins og amerikanarar, sum sova við løddum revolvara, eru vit vorðin leinkjað til ein nýggjan ótta.
Tekin um hetta eru millum annað alvápnað løgreglulið, sum skemma ta áður hampiliga sælu gøtumyndina í Havn, parkingsvørðar, sum plága fólk fyri fasta løn, og neyðsendarakfør, ið ýla aftur og fram fyri eitt gott orð. Øll eru vit vorðin kyk alarmsystem við fartelefon.
Sambært hesum nýráki varð alt tveitt til viks fyri eitt globalt krím, og her á landi spæla vit enn sama sinnisliga sjúkuleik við ongum sjálvreflektori. Til dømis sita gudfrøðingar og kirkjuligir leiðarar og tøva upp við einum virusi, sjálvt um søgan um tað er uttan botn og bert blást upp av miðlum og seráhugamálum.
At hetta letur seg gera, má vera tí, at menniskjan ikki hevur flutt seg kognitivt síðan heksabrenningar og flatjarðarástøði í miðøldini. Og kirkjan spælir við, tí hon enn hevur møguleikan at vera verðslig valdsmaskina. Tað veit gud; eg trúgvi ikki, at gud gongur í kirkju longur. Gud er allarhægst í hjørtum, høgum, sjógvi, skýnum og ósjálvsøknum vælgerðum. Kirkjurnar stongdu eisini av koronu, meðan breyðsølan í SMS varð verandi opin.
Vilsta fólk
Vit mugu seta spurnartekn við alt yvirvald. Gera vit ikki tað, so enda vit á einum tilveruligum vegamóti. Har stendur menniskjan einsamøll og leitar í dagsins rótikassa fyri at finna eina ella aðra diagnosu ella onkra nýggja lívsbroyting at verma seg við.
Tilveruligu tilboðini nú á døgum eru góð. Vit kunnu fáa okkum eygnaskuggar, ið ongantíð fara av. Tað, ið var ætlað sum krydd, skal gerast støðugt. Í tilveruligum høpi kann sigast, at vit hava sett okkum fyri at eta lagkøku hvønn dag. Longsilin, sum er elvdur av tí kvalafulla gerandisdegnum, skal broyta bulin í tilveruni. Veitslan má vera varandi!
Í nógvum førum er tað, sum fer fram, at menniskjan yvirskipað hevur ilt í sínum egna eksistensi. Vit royna at yvirskoða okkara lív, og av tí at vit uppliva tað úr egnum sjónarhorni, so kunnu vit hugsa: Eg vil úr míni ótolandi tilveru, og tað kann eg gera við at ráeta Ritalin, ganga til fittness ella skifta kyn ("Cut here in emergency").
Sum eg síggi tað, er ein ikki fangaður í skeivum kroppi ella sinni, men í sínum egna eksistensi, og tá ið ein kemur gjøgnum sítt skifti, hvat tað so er, má ein framvegis lata sær sín egna eksistens lynda. Lívsins blindvinklar kunnu vit kalla hesar kjaftfiskar.
Tað er virðing vert, at fólk gera ítøkiligar royndir at flýggja. Hetta er skilligt, tá ið ein ikki trýr á hugsjónir ella hægri vøld longur. Men vit kunnu neyvan heingja okkara vón á eina sinnisliga diagnosu ella onkra mentanartreytaða kynjafatan. Menniskjan livir í einum nógv størri konteksti enn tí tíðartreytaða. Tað er trupult at vera menniskja. Tað hevur altíð verið hart at hava deyðstilvit.
Fyri ta breiðu fjøldina førir til dømis venjingarvitloysið í Burn til ta somu, tómu endastøðina. Upplyfti afturparturin hongur enn og darrar í gamla eksistensinum.
Tað fjórða statsskvaldrið
Journalistikkur er súmptomatiskur fyri tað, at vit eru vilst. Hetta kemur fram í tí, at journalistikkur hevur so gott sum einki innihald; hann er einfalt hamarsljóð frá miðalgávaðum menniskjum, sum smíða uttan tekning.
Tíðindi fara sjáldan gjøgnum óheftar tilgongdir, men heldur gjøgnum sosial sáld. Tað, ið kemur út, er hareftir. Millum annað óreint.
Trupulleikin er, at journalistikkur í coronamood er eins og berserksmaðurin, sum fer fullur í dans at sora frá sær. Tað pínir at siga tað, men í føroyska útvarpinum sita snjallir persónar og siga frá. Uttan høpi. Uttan grund. Uttan sjálvkritikk. Uttan høvd.
"Fjórða statsvaldið" betýðir ikki, at kringvarpið er eitt framhald av formligu stjórnarvøldunum. Kringvarpið skal halda hinum trimum í tjóðri. Tað ger varpið ikki. Tað heldur seg vera tilbúgving, sum skal seta kritikkin á standby. Tað hevur skrúvað høvdið av.
Eygsýniliga halda skapningarnir í hesum spæli seg hava stórfingnan leiklut í onkrum søguligum. Men í veruleikanum eru vit vitni til eina totalteatralska móruglíming, har allir statistarnir halda seg hava høvuðsleiklutin. Úrslitið er millum annað, at miðlarnir yvirdríva týdningin av koronu sum deyðsorsøk. Veruligu deyðsorsakirnar kunnu vit ikki vita nakað um, tí álítandi skjalprógv eru ikki til. Kanska verður svikað við koronudeyðstølum úti í heimi, tí nógvir pengar og vald eru uppií.
Uttan keldukritikk borðreiða okkara tíðindafólk við niðurstøðum, ið bart út sagt eru lidnir rættir úr Danmørk. Eg veit, at vit bert eru føroyingar uttaná, men til kunningar, so brúka okkara inspirerandi koloniharrar nazilíka framferð móti sínum egnu borgarum. Dømi eru um, at gamlir og minnisveikir danir eru tvingaðir í maskur, handtiknir og revsaðir við stórari bót fyri at hava verið staddir á skeivum staði og fyri ikki at ganga í masku, sum jú einki annað ger enn toyggir teinin millum hjørtu.
Miðlaskrædl
Miðlarnir mæla somuleiðis um, at summi eru vorðin frísk, hóast tey ongantíð hava verið sjúk, men bara staðfest positiv.
Tí hvat er at vera smittaður? Hvat er at vera sjúkur? Hvat er at vera illa sjúkur? Eg havi snorað seinastu tvær vikurnar. Sostatt eri eg onkursvegna smittaður. Men tað darvar ikki. Eri eg so sjúkur?
Fyrst sigur onkur myndugleikapersónur okkurt. Ella WHO sendir okkurt út. Síðan lofta fjølmiðlarnir tí, sálda meginpartin frá og varpa tað mest blendandi og ræðandi. Hetta endar sum ekkó í høvdinum á upprunakeldunum, sendaranum, sum brádliga sær, at hann gjøgnum fjølmiðlaheipið er blivin kosmopolyppur overnight.
Hesi fakfólk, millum annað kavablindir læknar, blendaðir av sínum egnu, kritahvítu kitlum, missa jørðforbindilsið og evnini at reflektera um sín egna leiklut. Eftir stendur, at hetta einans er skilvíst á einum narsissistiskum stigi; tað hevur lítið og einki við farsóttir at gera.
Harafturat gera statsvøld sær dælt av støðuni við at konsolidera seg valdsliga ella fremja grundleggjandi samfelagsbroytingar, ið ikki høvdu eydnast uttan hesa de factoundantaksstøðuna.
Í Føroyum hava privatar fyritøkur við politiskum stuðli uttan skomm poolað seg til lættan vinning við vattpinnum – eitt kanningararbeiði, sum tað almenna kundi latið síni fastløntu starvsfólk á teirri heilsufrøðiligu gjørt fyri nærum ongan kostnað.
Men miðlarnir mæla víðari í sama spori. Teir endurgeva, at tíggju prosent av smittaðum í Føroyum hava verið ógvuliga sjúk av farsóttini. Hvat ið eyðkennir hesar respondentarnar likamliga og sinnisliga; tað verður einki talað um.
Hesi prosentini verða heldur ikki borin saman við, hvussu nógv plaga at gerast sera sjúk av beinkrími. Og hvat nú, um útbreiðslan av hypokondri er vaksin vegna koronuøsingina? Spyr um fátækraváða – ikki fyrr enn tá fara fólk at stúra um egnu armóð!
Hava vit sæð hetta fyrr? Svarið er ja. Kanska doyggja einir tíggju føroyingar um árið av beinkrími, uttan at øll tey 53.000 eftirsitandi leggja seg í spritt og avlýsa lívið, ella at útvarpið kunnger, hvussu nógv hava fingið beinkrím seinasta samdøgrið.
Hetjur og skilaloysi
Facebook hevur stolið allar heimsins vinir og stongt teir inni í sínum pengaskápi. Hetjuhugtakið er spilt á sama hátt. Øll møgulig hampafólk verða kosin hetjur. Til dømis bleiv ein 100 ára gamal veteranur úr Onglandi innskrivaður sum kappi í koronusøguna, tí hann gekk í ørviti við einum rullustativi til frama fyri krímkríggið.
Heilsustarvsfólk í Føroyum verða útnevnd at vera hetjur, tí tey hava verið til arbeiðis og leitað eftir koronusjúklingum. Á ein hátt er hetta at útvatna hetjuhugtakið. Hetjur seta sítt egna lív í váða fyri at bjarga øðrum.
Vit gloyma, at sjúkrahús og blá ljós eru ikki bara ítøkilig hjálp. Tey eru eisini átrúnaður og sjónleikur – eitt stað at sodna sannleikan um okkara óundansleppiliga deyða.
Hetta er í fínasta lagi, um vit bert brúka møguleikan til okkara avmálda tørv á teaturi, tá ið deyðin bankar uppá. Men tá ið hesar psykologisku mekanismurnar verða misnýttar so grovt, sum tær eru undir hesi sokallaðu farsóttini, er neyðugt at tala at og seta vanligt vit og skil sum minstakrav.
Tað gjørdu summi fólk tær ferðirnar, tá ið heilar mentanir vóru um at kollsigla. Aftaná vórðu hesir fáu andstøðingarnir skrivaðar inn í søgubøkurnar sum ódeyðiligar hetjur. Men meðan á stóð, vóru teir mangan so illa líddir, at teir høvdu ilt við at lívbjarga sær.
Fyrr uppfunnu fólk heilivág fyri sjúkur. Nú uppfinna tey sjúkur til heilivág. Men fyri tað, at heilivágsídnaðinum tørvar marsjerandi sjúklingar, so mugu vit ikki misbrúka og stigbenda hetjuhugtakið. Heldur eiga vit at finnast at, tá ið tey stýrandi heiðra borgarar strategiskt fyri at fáa stuðul til sínar ørvitisætlanir.
Hví heingja danir heiðursmerki um hálsin á hermonnum, sum hava gjørt skitið arbeiði fyri sínar politikarar, ið enn ganga sakleysir fyri krígsbrotsverk móti irakiskum børnum?
Fútin og hansara líkar her á landi áttu eftir mínum tykki at verið spurdir, um teir kenna ábyrgd av neyð, køvdari lívsgleði og í ringasta føri lívláti, elvt av koronuátøkum.
Har er einki skil á hjá teimum. Frá 10 persónum til 200 persónar til 50 persónar kunnu savnast hips um haps. Tilmælini eru tað reina gykl. Far í eitt rangvørgt plagg, so verður tú ikki gandaður, men frá í morgin sigur tilmælið, at nú skal mann heldur fara í óparaðar hosur!
Ein vinmaður mín fekk húsini hjá gomlu mammuni sprongd so vindst, at hvørki gluggar ella dyr gingu í karmarnar. Tá ið spreingimeistarin bleiv spurdur, hvat ið helviti hann hevði gongd í, var svarið, at hann sum fakmaður væl visti, at húsini fóru at skjóta seg av spreingingini í nánd. Og so legði hann afturat: "Men arbeiðið skal gerast!"
Hesin dynamittlogikkurin er ein sonn perla í koronuheilsuhøpi. Koronuátøk eru eisini eitt sindur sum trygdarhurðar, ið vórðu settar í ferðafólkaflog før vegna vanda fyri yvirgangi. Higartil hava tær skottryggu stýrhúshurðarnar kostað 150 mannalív, tí ein stýrimaður stongdi tær innanífrá og krassjaði sín Airbus 320 niður í alpurnar.
Livi allur ivi
Kritikkur skal valdast. Møguliga er undirritaði farin heilt av kós við sínum ábreiðslum. Kanska er eingin orsøk at finnast at, tí vit gjøgnum hesa tíðina við koronu hava lært at snúgva okkum uttan um tey mest høpisleysu tilmælini. Og møguliga fer søgan um koronu í høvuðsheitum fram í tí úrtøkiliga; í tykisheiminum, sum alnetið jú er.
Men ivi og atfinningar mugu fram, tá ið øll tykjast at ganga sama veg, og lógvatøk og klemm verða fatað sum rein dekadenca og fyrilitaleysur atburður.
Eg verði vónbrotin, tá ið eg síggi, at sjálvt andligar fyrimyndir sum til dømis Jóanes Nielsen og Carlie spritta hendur og gera facebookbólkar um koronukoppseting. Tað fær meg at hugsa, at sum mannaflokkur halda vit, at vit kunnu fulltryggja okkum móti øllum møguligum óundansleppiligum.
Hesin tankin er meiningarfullur sum tilverulig terapi, men vit mugu ikki gevast at trýstroyna óttagrundaðar siðvenjur, hóast tað kostar. Okkara áskoðanir mugu ikki vera stýrdar av, at onnur skulu dáma okkum. Fyrst og fremst mugu tankastreymarnir sleppa at renna frítt. Fólk mugu hugsa sjálv og seta orð á tápulig tilmæli, ið eitt nú skumpa til viks rættindi hjá myndugum føroyingum.
Koronukrønikan hevði ikki sæð dagsins ljós uttan tað undirlendið, sum alheims talgeldingin hevur skapt. Rørskipanin hjá facebook og tess líkum er nevniliga so snild, at hon kann leiða ídnar atfinnarar uttanum. Tað er óhugnaligt og at líkna við einræði, sum fólk tíverri kunnu læra seg at liva við.
Men tú, ið etur alt rátt í miðlum: Gevst við at finnast at veruligum diktaturstatum. Tú ert kanska sjálv ein, ið verjir sama bygnað við at vera tigandi eltibløðra.
(Essay prentað í Sosialinum 12. mars 2021)